Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 24. september 2024
8 vinnustykkir á Ovara Hjalla til sølu

Talan er vinnustykkir, ið liggja í B4 øki í 3. Grundumráði í almennu byggisamtyktini, og eru ætlað til vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt, og til tænastuvirksemi, ið hevur hevur samband við hesi. Ætlaða virksemið skal kunna flokkast í umhvørvisflokki 2 til 4 sambært reglum hjá Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 21. september 2024
Altjóðahúsið vitjan úr Póllandi

Tingfólk úr Póllandi vitjaðu í gjár Altjóðahúsið hjá Tórshavnar kommunu fyri at kunna seg um viðurskiftini hjá póllendingum í Føroyum. 

Tíðindi - 10. september 2024
Lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði

Nú ber aftur til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um fýra grundstykki í útstykking frá 2017. 

Stykkini eru 5-600 fermetrar til støddar og kosta 245.000 - 265.000 krónur. Stykkini eru ikki útgrivin og planeraði.

Tíðindi - 05. september 2024
Altjóða vatnráðstevna í Havn

Í hesum døgum er stór altjóða vatnráðstevna í Havn. Tað er Jarðfeingi, ið skipar fyri. Móttøka var í Müllers pakkhúsi í gjár, har Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, helt røðu.

Tíðindi - 02. september 2024
Undangóðkenning til Røktarheimið á Stórubrekku

Nú er klárt hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at byggja Røktarheimið á Stórubrekku.

Freistin at seta spurningar er 6. september 2024, og freistin at søkja um undangóðkenning er 13. september 2024.

Tíðindi - 22. august 2024
Til minnis um Óla Jákup Rólantsson

Tað var við stórari sorg, at vit týsdagin mistu okkara góða vin og starvsfelaga á ráðhúsinum, Óla Jákup Rólantsson. Hóast hann hevði drigist við heilsuligar avbjóðingar í mong ár, høvdu vit ikki væntað hetta, tí okkara vón var, at alt skuldi ganga væl og at hann skuldi koma skjótt fyri seg aftur.

Tíðindi - 22. august 2024
Kunnaðu um meritútbúgvingina í námsfrøði

Fólk úr VIA University College í Viborg eru í løtuni í Føroyum og kunna um útbúgvingina sum meritnámsfrøðingur. Í gjár var kunningarfundur á Finsen.

21 starvsfólk í Tórshavnar kommunu taka í løtuni útbúgvingina. Aðrar kommunur vísa nú eisini útbúgvingini áhuga.

Tíðindi - 19. august 2024
Eldradagurin avlýstur vegna serligar umstøður

Eldradagurin, ið skuldi vera 6. september 2024, er avlýstur vegna serligar umstøður.

Tíðindi - 19. august 2024
Westward Ho 140 ár – framsýning í Snarskivuni

Í samband við at sluppin Westward Ho í ár er 140 ár, er framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu, har til ber at síggja myndir og lesa meira um sluppina.

Tíðindi - 05. august 2024
Dávið Michelsen settur í starv sum kommunulækni í Gundadali

Heilsutrygd hevur sett Dávið Michelsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Dávið Michelsen tekur við starvinum í Viðtalu 4 í Gundadali 1. september 2024.