Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 03. juli 2024
Tórshavnar býráð samtykt leigusáttmálan um økið til tjóðleikhús

Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld leigusáttmálan millum Tórshavnar kommunu og Almanna- og mentamálaráðið um økið at staðseta nýtt tjóðleikhús.

Tíðindi - 03. juli 2024
Tórshavnar kommuna endurrindar dagstovnagjald

Fleiri dagstovnar hjá Tórshavnar kommunu lótu aftur, tá verkfall var. Hesa tíðina høvdu foreldur ikki møguleika at fáa børn á stovn, og rindaðu tískil fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu. Tórshavnar Býráð hevur í kvøld samtykt at endurrinda dagstovnagjald, sum varð rindað, tá stovnar lótu aftur vegna verkfall.

Tíðindi - 02. juli 2024
Sáttmálin undirritaður um at gera túnið við Svimjihøllina

Nýtt tún verður nú gjørt uttanfyri Svimjihøllina í Gundadali. Sáttmálin varð í dag undirritaður við felagið Múrskeiðina um at gera arbeiðið. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, ið skrivaðu undir sáttmálan.

Tíðindi - 23. juni 2024
Eykakoyringin hjá Bussleiðini byrjar mánamorgunin 24. juni

Fleiri broytingar eru seinastu árini gjørdar í bussleiðini. Í 2008 gjørdist tað ókeypis at nýta buss, í 2011 øktist túratalið, í 2019 øktist túratalið uppaftur meira og bussarnir fóru aftur at koyra bæði leygardag og sunnudag í Havn. Í fjør komu tveir elbussar uppí busshópin. 

Tíðindi - 21. juni 2024
Útstykking á Argjahamri

Hátíðarhald var á Argjum seinnapartin í dag, í sambandi við at ein partur av útstykkingini varð avhendað.

Tíðindi - 21. juni 2024
Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir

Tórshavnar kommuna takkar øllum sum luttóku í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni og hava sent okkum myndir. Vinnararnir av ruddingardøgunum gjørdust Eigarafelagið Vesturi á Flat og Dagstovnurin í Løkjatúni. Tórshavnar kommuna ynskir Eigarafelagnum Vesturi á Flat og Dagstovninum í Løkjatúni hjartaliga tillukku við vinninginum.

Tíðindi - 21. juni 2024
Tórshavnar kommuna letur 1.000.000 krónur til størri listaligar verkætlanir

Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs valdi at stuðla seks størri listaligum verkætlanum í ár eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum, sum fevndi um umboð fyri fyrisitingina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar kommunu. Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í kommununi. 1.000.000 krónur vórðu settar av til endamálið.

Tíðindi - 20. juni 2024
Kommunan setir 17 mió kr av til lønarlyftið

Lønarlyftið hjá Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum, sum kom í gildi tann 1. januar 2024, bleiv útgoldið fyri fyrstu ferð í apríl og mai 2024. 

Tíðindi - 20. juni 2024
Grabbin settur í fyri nýggjari farstøð í Havn

Nú seinnapartin setti borgarstjórin Heðin Mortensen hol á úti á Molanum, har nýggja farstøðin kemur at standa. Sostatt er byggingin av nýggju farstøðini farin í gongd.

Tíðindi - 12. juni 2024
Tvívegis bilferðsla á Karlamagnusarbreyt

Tað var eitt samt býráð, sum á fundi 30. mai 2024 samtykti at loyva tvívegis bilferðslu á ovasta parti av Karlamagnusarbreyt. Seinastu árini hevur ferðslan verið einvegis niðaneftir frá Ingibjargargøtu til Skúlan við Løgmannabreyt, meðan bygging er farin fram í økinum. Nú er tó aftur loyvt at koyra báðar vegir. Kommunan eftirmetir broytingina í hest.