Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Felags foreldraráðið, ið varð sett á stovn tann 24. januar 2024, fer nú framhaldandi at gera vart við, hvussu umráðandi tað er, at vit hava góðar fysiskar karmar á stovnunum í kommununi. Ráðið gleðir seg at fara í eitt støðugt og gott samstarv við Tórshavnar Býráð og hevur sett sær fyri at tryggja, at atlit verða tikin, tá ið stovnar verða bygdir og umvældir.
Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.
Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.
Tórshavnar kommuna hevur samtykt at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.
Seinnapartin varð Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum. Tunnilin er góðar 1800 metrar til longdar og 10,5 metrar breiður.
Fyrrapartin byrjaðu eldraleikirnir í Tórshavnar kommunu. Talan er um ein serligan eldradag, har heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.
Tórshavnar kommuna og KFUK skrivaðu í gjár undir avtalu um keyp og sølu av lendi í samband við byggingina av hádeildini hjá Sankta Frans Skúla. Kommunan keypir 372 fermetrar av lendi frá KFUK fyri at fáa vegatgongd til økið, har parkeringspláss skal gerast. Fyri at fáa samanhangandi matrikklar keypir KFUK 92 fermetrar av lendi frá kommununi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Nicolina Højgaard, leiðari í KFUK, skrivaðu undir avtaluna.
Samleikaappin er dagførd. Í hesum sambandi skulu allir brúkarar tryggja sær, at teir hava nýggjastu útgávu av appini. Mikudagin 10. apríl 2024 skalt tú hava dagført appina fyri at kunna halda fram at brúka Samleikan.
Tórshavnar Kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við PM Pluss í samband við reingerð av kommunulæknahølum í Tórshavnar Kommunu.
Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at upploysa Grunn Jóhannes Nolsøes, skraddara, og lata fæið í grunninum til Kvinnuhúsið.
Tilsamans er talan um umleið 2,2 milliónir krónur. Peningurin verður útgoldin, tá grunnmynduleikin endaliga hevur góðkent, at grunnurin verður upploystur.