Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 22. juni 2026
Ferðsluavmarkingar í Fr. Petersens gøtu 22.-24. juni

Ferðslan í Fríðriks Petersens gøtu verður tarnað av vegarbeiði mánakvøldið 22. juni frá klokkan 18 til 23. Frá klokkan 23 til 6 er vegurin stongdur. Strekkið verður eisini stongt týskvøldið 23. juni og mikukvøldið 24. juni frá klokkan 23 til 6.

Tíðindi - 19. juni 2026
Almenn framløga um íbúðarverkætlan í Eysturbýnum 22. juni

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta byggisamtykt nummar 7 fyri Eysturbýin. Uppskotið til broytingina er í sambandi við ætlaða íbúðarverkætlan á matrikkli 1314 í Havn.  Í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mánadagin 22. juni klokkan 17.

Tíðindi - 19. juni 2026
30 og 20 ára starvsdagar á Rakstrarstøðini

Fríggjadagin var hátíðarhald á Rakstrarstøðini við Oyggjarvegin í sambandi við, at Pól Jakobsen og Bogi Hentze hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í ávikavist 30 og 20 ár.

Tíðindi - 19. juni 2026
Summarsólstøða í Sandagerði mánakvøldið

Mánakvøldið 22. juni klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði. Ester Skála syngur og spælir, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða og bál. Skótarnir bjóða kaffi, bollar og kaku. Røðuna heldur Jensia Brodersen.

Tíðindi - 19. juni 2026
Vegir til Vágsbotn stongdir leygardagin

Leygardagin 20. juni klokkan 14.30 til 18.30 eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í sambandi við, at jóansøkukappróðurin verður vístur á stórskíggja.

Tíðindi - 19. juni 2026
Kappróður vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Nógv fólk ætla sær ivaleyst suður til Vágs at halda jóansøku, men tey, sum ikki kunnu fara suður, hava nú møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni.

Tíðindi - 19. juni 2026
Miðfyrisitingin stongd í dag

Í dag, fríggjadagin 19. juni, er Miðfyrisitingin ikki at hitta. Vit lata upp aftur mánamorgun klokkan 9.00.

Tíðindi - 18. juni 2026
Fleiri skulu hava møguleikan at fáa tónleikaundirvísing

Tórshavnar býráð hevur samtykt eina fríplássskipan, sum skal gera tað lættari at geva so nógvum børnum og ungum sum gjørligt møguleika at fáa tónleikaundirvísing á Tórshavnar musikkskúla.

Tíðindi - 18. juni 2026
Greiðari mannagongdir í sambandi við størri íbúðarverkætlanirx½

Tórshavnar kommuna fær hvørt ár nógvar umsóknir um íbúðarverkætlanir. Tí er tørvur á greiðum mannagongdum, so tilgongdin verður greið fyri allar partar – umsøkjara, umsiting og politisku skipanini. Somuleiðis er eisini týdningarmikið, at allar íbúðarverkætlanir verða viðgjørdar eins.

Tíðindi - 18. juni 2026
Sólorkuskipanir á kommunalar bygningar

Í Umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu stendur, at allur hiti og streymur hjá kommununi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.  

Sum ein liður í tí, hevur býráðið nú samtykt at játta pengar til at fleiri kommunalir bygningar fáa eina sólorkuskipan.