Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Seinnapartin byrjaði endabresturin í sambandi við tiltakið “Nýskapan í ferðavinnuni”. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni.
Ert tú foreldur at barni í forskúla, 1. ella 2. flokki, og hava tit tørv á frítíðarskúlaplássi í páskafrítíðini, 3. til 5. apríl 2023, ber nú til at melda til samanlagt virksemi.
Í Tórshavnar kommunu leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman í frítíðini, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin.
Í sambandi við asfaltarbeiði í Áargeil fríggjadagin 3. mars kl. 9-15 koyrir leið 4 ikki inn eftir Gundadalsvegnum, men í staðin niðan á Háls til Sundsvegin og víðari eftir ferðaætlanini.
Inn- og útkoyringin í Áargeil er stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði herfyri Akseli V. Johannesen, løgmanni, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, á fund um tørvin á eini heildarætlan fyri dagstovnaøkið.
Hálvan apríl í 2024 skal alt vera liðugt. Borgarstjórin var ein av døgunum á rundferð í húsinum. Sambært kirkjuráðnum fara tey at fylgja upprunaligu ætlanunum við húsunum, men tey fara at leggja dent á at vera ein aktivur partur, tá mentanarlig tiltøk eru í økinum.
Kommunan umvælir í løtuni vatnleiðing, ið er grivin av við Oyggjarvegin.
Í hesum sambandi verður skrúvað fyri vatninum við Auto Service, Maskinskúlan og Undir Krákugjógv í dag, 1. mars 2023, frá kl. 12.25 til umleið kl. 16.30.
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. apríl 2023.
Nýggj kunngerð um eldratænastur er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og hon gevur kommununum heimild til sjálvar at áseta gjøldini fyri sínar eldratænastur, sum ikki eru broytt síðan 2015.
Av tí at hol er komið á eina høvuðsleiðing á Velbastað, skrúvar kommunan fyri vatninum, meðan lekin verður umvældur. Vatnið verður tikið í meginpartinum av bygdini.
Vatnið verður væntandi aftur um 17-tíðina í dag.
Tórshavnar kommunu fer nú undir arbeiðið at orða ein vinnupolitikk í Tórshavnar kommunu. Seinni árini hevur kommunan sett fokus á ferðavinnu og ferðavinnupolitikk. Nú verður sjóneykan sett á vinnulívið í høvuðsstaðnum sum heild.