Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Áhugafelagið ListGraFo fegnast um góðu umstøðurnar hjá listafólkum at virka á grafiska verkstaðnum í Finsen. Eitt prýði til stóra gleði fyri Havnina.
Tórshavnar havn er vorðin partur av netverkinum EPI – Enviromental Port Index. Hetta er eitt týðandi stig á burðardyggari kós hjá Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu. Serstakliga, tá tað ræður um cruiseferðavinnuna.
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars 2024.
Skipað varð í dag fyri forvitnisligari móttøku á bryggjarínum í OY, nú komið er á mál við átakinum “Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni” og verkætlanirnar eru til reiðar at royna flogið. Um 200 áhoyrarar luttóku á endatiltakinum á bryggjarínum OY í dag. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands. Endamálið er at menna nýggjar spírar innan landbúnaðarferðavinnu og tryggja hesum bestu møguleikar at eydnast.
Mannagongdirnar fyri tyrving verða nú broyttar, og tí fer Brennistøðin á Hjalla at hava kunnandi fund fyri vinnuni í Tórshavnar kommunu týsdagin 12.mars klokkan 19. Fundurin er í kantinuni á Brennistøðini á Hjalla.
Býarlundin er fyrsta stig í at fremja ætlanina um grønu gongugøtuna og býarlundina. Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til 5 veitarar á heysti í 2023, og komu 4 tilboð inn. Grønt og grátt góvu besta tilboðið og fara komandi vikurnar at seta skjøtil á arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri í 2024.
Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Meðan arbeitt hevur verið við staðsetingini av stovninum, hevur ógreiða valdað um, hvørt stovnurin skuldi halda áfram í Hoydølum. Tískil hevur heldur ikki verið møguligt at seta seg á bíðilista til Lonirnar í Hoydølum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni.
Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.
Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Afturgerðin er væntandi liðug 20. juli 2024.
Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á Rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.