Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
39 parkeringsbásar í J.C. Svabosgøtu, ímillum Landssjúkrahúsið og Hornahúsið, fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Hesir básar hava annars ikki havt tíðaravmarking.
Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.
22 básar fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.
Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni.
Ákærurnar frá landsstýrismanninum í lógarmálum móti Tórshavnar kommunu eru sera álvarsligar. Hetta er ein beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.
Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat.
Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum.
Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til at geva umsitingini heimild til at kanna áhugan fyri at byggja á Signabø og í Kollafirði, áðrenn endalig heimild verður givin til at byggibúgva fleiri bústaðarøki.
Tórshavnar býráð fer í dag at viðgera vinnupolitikkin fyri Tórshavnar kommunu.
Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í felags foreldraráðið. Felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum.