Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt. Fýrverk má hvørki blandast við vanliga húsarhaldsburturkastið heima við hús ella beinast burtur á Brennistøðini.
Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027. Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Fyrrapartin vórðu fyrstu fetini tikin gjøgnum Sandoyartunnilin, tá fólk súkklaðu, gingu og runnu gjøgnum Sandoyartunnilin.
Her er røðan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt, áðrenn fólk fóru gjøgnum tunnilin.
Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera nýggja útstykking í Kollafirði til bústaðarbygging og trivnaðarøki.
Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við nýggjum stuðulsmøguleika til størri listaligar verkætlanir. 550.000 kr. vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at stuðla trimum verkætlanum, ið saman umboða ein breiðan úrskurð av listagreinum og fría listaøkinum í høvuðsstaðnum.
Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir avrikssáttmála við Felagið Tórshavn og samstarvsavtalu við Visit Faroe Island og Visit Tórshavn.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og borgarstjórin í Sands kommunu skrivaðu í dag undir samstarvsavtalu um tilbúgving.
Tórshavnar býráð hevur ásett fundardagarnar fyri regluligu býráðsfundirnar í 2024. Býráðsfundirnir eru almennir og byrja klokkan 16. Fundirnir verða eisini stroymdir.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi.
Hetta fer at betra um viðurskiftini, tá fleiri tiltøk eru í senn í høllini.
Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.