Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.
Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.
Sjey eigarafeløg í Hoyvík handaðu í dag Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, skriv.
Tey vildu gera vart við ferðsluviðurskifti á Løgmannabreyt og Vegnum Langa.
Parkeringsøkið á Skálatrøð við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar er nú víðkað við 10 básum úr 24 til 34 básar.
Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.
Íløgur í framtíðina er yvirskriftin fyri hesa fíggjarætlanina. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir aðru viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024. Við íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu. Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2024 varð endaliga samtykt á býráðsfundi í kvøld.
Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari ætlan um stykkja út 14 grundstykkir á Velbastað. Verkætlanin er tó ikki endaliga samtykt í býráðnum enn, tí kommunan ynskir fyrst at kanna, um áhugin fyri grundstykkjum á Velbastað er til staðar. Freistin at tekna seg til lutakastið og harvið vísa, at tú ert áhugað í at seta búgv á Velbastað, er mikudagin 20. desember 2023.
Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kann eg als ikki góðtaka, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Dennis Holm, letur hestsfólk sigla egnan sjógv. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Húsið hjá Havnar Tennisfelag varð tikið í nýtslu seinnapartin í dag.
Í morgin, 17. november, verður bókingarskipanin BARN hjá Tórshavnar kommunu sløkt. Í staðin verður farið yvir til eina talgilda skipan við bíðilista. Fyri foreldur merkir hetta, at tey ikki longur skulu leita eftir plássum á dagstovni í Tórshavnar kommunu. Í staðin skulu tey skráseta barnið á bíðilista á upp til fýra stovnum.