Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Kunning um heilsuhjálparaútbúgvingina og førleikametan verður í fundarhølinum í Heilsuhúsinum, Brekkutún 1, 188 Hoyvík 18. september kl. 13.30.
Bretar hava júst verið og vitjað á Ráðhúsinum og skrivað undir nýggja avtalu um, at Commonwealth War Graves Comission fær ræði á hermannagravunum í Havn næstu 40 árini, eins og tey hava havt síðani seinna veraldarbardaga, tá ið menninir lótu lív í Føroyum.
- Við høllini, sum vit eisini kunnu rópa eitt borgarahús, fáa kaldbaksfólk nýggjar og hóskandi umstøður til alskyns endamál, bygdini at frama. Umframt at vera ítróttahøll verður eisini møguligt at hava størri og smærri felagstiltøk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá reisigildi varð hildið seinnapartin.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum trý øki omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av ávikavist íbúðum og raðhúsum. Freistin at lata inn tilboð uppá lendini er 25. oktober 2023 klokkan 12.
Fleiri sera spennandi og áhugaverdir fyrilestrar vóru á Vinnuforum 2023 í Kongshøll í gjár, har undiryvirskriftin var Tórshavn sum vinnubýur.
Verður hugt at teimum málum, ið vóru fyri á borgarafundi í Kollafirði í apríl, so gongst væl á fleiri økjum. Bæði tá tað snýr seg um nýggjan eldradepil, nýggjan frítíðarskúla og ikki minst, tá tað snýr seg um komandi útstykkingar. Umframt eru stórar ætlanir í væntu um eitt miðstaðarøki í Kollafirði.
Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá kl. 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni. Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.
Jóna Kristin Thomsen skal skriva ein nýggjan mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Jóna er útbúgvin innan samfelagsplanlegging og verkætlanarleiðslu og hevur starvast við verkætlanum hjá m.ø. Tórshavnar kommunu, arkitektafyritøkuni Kontrast og Tórshavnar Kvøldskúla.