Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Leygardagin 22. juli verður hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at verkætlanin Havnará er liðug. Tiltakið byrjar klokkan 10.00 við framsýning í Snarskivuni, har Lív Arge Simonsen vísur gamlar myndir av Havnará og umhvørvinum kring ánna. Eisini verður tónleikur, røður og morgunmatarborð.
Verkætlanin byrjaði í 2019 og nú bara 4 ár seinni fevnir hetta um ikki færri enn 111 nýggjar íbúðir, nú seinasta lonin og fjórða byggistig í íbúðarbyggingini á Fløtum er liðug og er avhendað.
Býráðið samtykti endaliga útstykkingina við aðru viðgerð á býráðsfundi í gjár. Aftaná varð sáttmáli undirskrivaður við Articon uppá 49 mió kr. Aftrat hesum kemur keyp av lendi v.m.
Nú ber til at tekna seg til alment lutakast um grundstykkini í nýggju útstykkingini á Argjahamri. Talan er um 46 grundstykkir, ið verða stykkjað út sunnanfyri verandi útstykking á Argjahamri.
Seinasta freist at tekna seg til lutakastið er 20. august 2023 á midnátt.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av íbúðum og høli til vinnuvirksemi. Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 25. september 2023 klokkan 12.
Tórshavnar kommuna, Gjaldstovan/KT Landsins og Undirvísingarstýrið hava í dag skrivað undir sáttmála um Skúlanet.
Sáttmálarnir um Skúlanet og Skjalhald, sum vórðu undirskrivaðir í dag, fevna um allar teir kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna letur 8 føroyskum filmsverkætlanum stívliga eina millión krónur í stuðli. Tórshavnar kommuna ynskir við stuðlinum at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum og at menna hesa vinnugrein í høvuðsstaðnum.
Mælt varð til, at játtaðar verða 1 mió.kr. til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 millión um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 milliónir krónur. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Articon ger útstykkingina og heimilað er kommununi beinanvegin at fara undir at selja vinnustykkini.
Dámar tær at dyppa ella svimja á sjónum? Tórshavnar kommuna kannar vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har vit vita, at fólk svimja og dyppa.
Veitst tú um onnur pláss í Tórshavnar kommunu, har fólk regluliga dyppa ella svimja á sjónum, so frætta vit fegin frá tær.