Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í dag varð hátíðarhildið, at múrarnir standa uppi og stóru timbursperrurnar eru reistar og festar. Harvið er ein serligur varði á leiðini rokkin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu.
Almenningurin í Tórshavnar kommunu hevur í nógv ár umbiðið eitt innandura spæliland. Kommunan ynskir við hesum at kanna, um privata vinnan hevur áhuga í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar.
Freistin at lata uppskot inn er 28. august 2023 kl. 12.
Nú seint seinnapartin tendraði borgarstjórin nýggju LED-ljósini á Tórsvølli. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er og at ljósini bara lýsa niður á vøllin.
Seinasta døgnið eru komin fleiri og ymisk boð frá Strandferðsluni um broytingar á Nólsoyarleiðini í dag.
Vit hava lagt nógv uppfyri, at hetta skal eydnast, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á hátíðarløtu í Steinatúni í morgun, har fólk eisini fingu høvið at royna nýggju elbussarnar á leið 4 hjá Bussleiðini.
Nýggi stjórin á VisitTórshavn eitur Tordis K. á Rógvi Biskopstø. Hon er ættað úr Vestmanna og hevur starvast sum menningarleiðari í VisitVágar í eini trý ár.
Grannskoðaði roknskapurin fyri 2022 varð lagdur fyri býráðið í kvøld og einmælt góðkendur. Samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 1.239 mió.kr, sum er 71 mió.kr ella 6,1% hægri enn inntøkurnar árið fyri.
Á árliga fundinum, sum hesaferð varð hildin í Nuuk í Grønlandi, hevur grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn býtt út stuðul til sjey umsóknir frá føroyskum umsøkjarum.
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeyti um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Tað sleppur Tórshavnar býráð nú ikki at avgera, tí danska løgmálaráðið hevur heitt á allar kommunurnar í landinum at koma við uppskoti um staðseting. Hinvegin skal býráðið taka støðu til, hvar í Tórshavnar kommunu fongslið skal byggjast, um tað skal byggjast í Tórshavnar kommunu.