Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 22. mai 2023
Útboð av grundøki í Kollafirði til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging. Bústaðirnir kunnu verða bygdir sum eigara- og/ella leigubústaðir.

Freistin at lata inn tilboð er 10. juli 2023 klokkan 12.

Tíðindi - 22. mai 2023
Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar til íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til íbúðarbygging. Økið er á leið 3740 m2 til støddar og verður boðið út til bygging av umleið 11 íbúðarbygningum við í mesta lagi fýra hæddum.

Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 8. juni 2023 kl. 12.

Tíðindi - 04. mai 2023
Nýggjar gongubrýr í Havnardali

Í dag var avhandan í Havnardali. Talan er um tríggjar snotiligar timburbrúgvar, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620m.

Tíðindi - 01. mai 2023
Fylg tilráðingini og minka um ferðslutrýstið við Glasir

Ferðslutrýstið frá sunnara avsetingarplássi við Glasir og niðan til Marknagilsvegin er framvegis ein trupulleiki.

Vit mæla tí øllum til at brúka norðara avsetingarplássið við næmingaheimið, tí har er ferðslutrýstið ikki so stórt. Í øðrum lagi er smidligast at koyra eftir Hans Andriasargøtu og síðan norður eftir Janusargøtu.

Tíðindi - 01. mai 2023
Tríggjar nýggjar brúgvar í Havnardali við nýggjum gøtukervi

Hósdagin kl 14.30 verður avhendan av trimum nýggjum brúm í fríøkinum í Havnardali. Verkætlanin við tilhoyrandi gøtukervi er júst liðug.

Tíðindi - 01. mai 2023
Framsýning av uppskotunum til røktarheim í Müllers Pakkhúsi

EYA vunnu sum kunnugt kappingina at byggja røktarheim á Stórubrekku. Vinnarauppskotið og øll hini trý uppskotini eru útstillað í Müllers Pakkhúsi. Opið er fyri almenninginum hvønn dag hesa vikuna frá kl 13 til kl 16.

Tíðindi - 28. apríl 2023
EYA vunnu kappingina at byggja røktarheim á Stórubrekku

Vinnarin er EYA. Vinnandi uppskotið er eitt boð uppá eina greiða, væl skipaða og skilagóða bygging, har høvuðstátturin hevur verið at skipa røktarheimið sum ein lítlan býling, ið strekkir seg suður og norður.

Tíðindi - 28. apríl 2023
Nógvar búeindir ávegis í Kollafirði

Umsitingin hevur arbeitt í áravís at útvega lendi í Kollafirði til bústaðarbygging. Klárt er at byggja eitt stórt tal av búeindum, men ongin áhugi er. Nú er klárt hjá kommununi at søkja Búnaðarstovuna um at yvirtaka eitt stórt lendi til umleið 50 búeindir aftrat.

Tíðindi - 28. apríl 2023
Blandað bústaðarbygging við Villingadalsvegin

Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at keypa tvey øki fyri endan av Villingadalsvegnum til sethúsa, raðhúsa-, tvíhúsa- og íbúðarbygging, umframt at loyvi er til at hava handlar, smáhandverk og minni virki, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt.

Tíðindi - 27. apríl 2023
Íbúðarbygging undir Fjalli til upp til 1500 fólk

Ein heildarætlan av økinum hevur ikki færri enn eitt samlað tal uppá 492 búeindir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1000-1500 fólk.