Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Mikudagin flutti Elsa Berg, borgarstjóri, sína skrivstovu av Vaglinum til Sólarmagn á Velbastað.
Frá fríggjadegnum 19. juni fer moldgoymslan í Húsahaga og Kollafirði at hava opið allar yrkadagar frá 8-16.
Rundkoyringin á Sundsvegnum er stongd mánakvøldið 22. juni og týskvøldið 23. juni frá klokkan 22.20 til klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering. Tað merkir, at eingin gjøgnumkoyring er loyvd millum Óluvugøtu, Blómubrekku og Sundsvegin.
Í dag vórðu Merlie Cada Mopera Ocampo og Helga Gaard heiðraðar í býlingshúsinum inni á Gøtu, nú tær hava verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.
Gríms Kambans gøta er stongd frá Landavegnum oman til Bøgøtu mánadagin 15. juni frá klokkan 9 til 11 í sambandi við vegarbeiði.
Nú rigga ferðsluljósini í Bøkjarabrekku-R.C. Effersøes gøtu aftur sum vanligt, men tað gongur út yvir ferðsluljósini í Fr. Petersens gøtu, sum nú ikki lýsa
Mikudagin 17. juni flytur Elsa Berg, borgarstjóri, skrivstovuna av Vaglinum í Havn til Sólarmagn á Velbastað.
Endamálið er at kunna seg um viðurskifti á Velbastað og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.
Í síðstu viku skipaði Tórshavnar kommuna fyri Veðurlagsdegi burturav fyri umsiting, leiðarum og starvsfólkum á stovnum í kommununi. Endamálið við degnum var umrøða og læra, hvat vit kunnu gera fyri at ganga undan og gera Tórshavnar kommunu til ein grønan høvuðsstað.