Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 27. apríl 2023
Hestur niðurlagt sum valstað

Býráðið hevur samtykt at niðurleggja oyggjarnar Hestur og Koltur sum valstað og at veljarar í Hesti og Koltri velja í Tórshavn. Samstundis bindir kommunan seg til at fara út í Hest 2 ferðir undan hvørjum vali og geva veljarum møguleika fyri at brævatkvøða.

Tíðindi - 24. apríl 2023
Verkætlanarkapping um sniðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku

Fríggjadagin 28. apríl kl 15 verður verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku avdúkað í Müllers Pakkhúsi. Vinnandi ráðgevaratoymið verður avdúkað.

Tíðindi - 19. apríl 2023
Lívligur borgarafundur í Kollafirði

Kollfirðingar vóru vælmøttir og vælupplagdir til borgarafundin í gjárkvøldið. Bylgjurnar gingu rættiliga høgt í málunum um útstykking og ansingarstovnar, meðan semja og vælnøgd eitt nú merkti kjakið um heita vatnið í Kollafirði.

Tíðindi - 15. apríl 2023
Arbeiðið at gera náttúruøkið í Dalinum Langa byrjað

Í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið.

Dagurin har farið verður at planta í Dalinum Langa saman við borgarum byrjar leygarmorgunin 22. apríl kl. 11 í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla

Tíðindi - 12. apríl 2023
Sáttmáli um nýtt graslíki undirskrivaður

Í gjár varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður. Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki.

Hetta er sama slag av graslíki sum er á vøllinum inni í Vika. Hetta merkir, at umframt sand, so hevur vøllurin tundur sum ífyllu, og er hetta betri fyri umhvørvið enn gummigranulat.

Tíðindi - 08. apríl 2023
Eitt fet nærri Ovasavninum í Nólsoy

Nógv fólk komu saman í Nólsoy í góðveðrinum í dag, tá fýra systkin hjá Ova sála saman við borgarstjóranum rakaðu saman á stykkinum, har nýggja Ovasavnið kemur at standa. Hetta varð gjørt við árum av kappróðrarbátinum Nólsoyingi við rívum frammanfyri. Hetta havi eg ongantíð roynt fyrr.

Tíðindi - 31. mars 2023
Hanus Mikkelsen settur sum stjóri fyri Tórshavnar havn

Tórshavnar kommuna hevur sett Hanus Mikkelsen í starv sum stjóra í Tórshavnar havn.

Hanus Mikkelsen er 62 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari frá Føroya Sjómansskúla og Executive Master of Business Administration in Shipping and Logistics.

Tíðindi - 30. mars 2023
53 fólk teknað seg til lutakastið um grundstykkini við Klingurstjørn

Nú freistin at tekna seg til lutakast um fýra grundstykkir við útstykkingarnar Klingurstjørn 1 og 2 er farin, er greitt, at 53 luttakarar hava teknað seg til lutakastið.

Umsitingin í Tórshavnar kommunu fer nú undir at eftirkanna, at allir luttakarar lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum. Kommunan miðar eftir at kasta lut um grundstykkini í seinnu helvt av viku 14.

Tíðindi - 23. mars 2023
Birgir Nielsen tekur seg úr minnilutasamstarvinum

Tá býráðsfundurin byrjaði seinnapartin boðaði Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð frá, at hann tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í býráðnum.

Tíðindi - 23. mars 2023
Knívur stakk út úr ruskposanum

Kommunala Brennistøðin minnir fólk á, um ikki at lata hvassar lutir, so sum knívar og annað, í ruskposan. Í morgun stakk ein knívur úr einum ruskposa.