Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Niðurstøðan frá eftirmetingini fyri 2022 er m.a., at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram í eitt tíðarskeið afturat, soleiðis at møguleikarnir við nýggja økinum kunnu roynast til fulnar, og at fleiri royndir kunnu gerast við hesi verkætlanini.
Almannamálaráðið er í eini tilgongd at útvega bú- og umlættingarpláss til fólk við serligum tørvi. Talan er um at byggja stovnar, sum m.a. skulu hýsa fólki við autismu, sálarsjúku og menningartarni.
Býarlundin er partur av skipanaruppskotinum ‘Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur’. Hesin parturin kallast ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’.
Traðabrekka er sera brøtt og ofta torfør at ferðast í um veturin. Tí hava íbúgvar við vegin víst á møguleikan at binda eystara enda av Traðabrekku yvir í Hoyvíksvegin. Økið, ið liggur ímillum, er ogn hjá Tórshavnar kommunu.
Í fjør varð samtykt at fara undir fleiri lendisgøtur, m.a. í Hoydølum, Sortudíki, Gundadali, Sandagerði, við Hoyvíksvøll, í Havnardali og við Hvítasand.
Hósdagin kemur uppskot fyri á býráðsfundinum um at fara undir fleiri ábøtur við Myllutjørn, sum umfata asfaltering, gøtur, vegamerking, ferðslutrygd og liðuggerð av skráum.
Umsitingin hevur gjørt eitt uppskot til eina loysn viðvíkjandi gongubreyt í Gríms Kambansgøtu, sum flestu havnarfólk rópa Konradsbrekkan.
Nú verða tillagingar gjørdar við Musikkskúlan. Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni.
Tað er landið, sum skal útbúgva fleiri námsfrøðingar, og veruleikin er, at vit í Føroyum útbúgva ikki fleiri námsfrøðingar um árið enn mann gjørdi í 1980´unum. Fólkatalið er vaksið nógv síðani tá, eins og fakliga medvitið um tað neyðuga í góðari námsfrøði er vaksið. Men tað fer at taka minst eitt áratíggju at rætta upp uppá hesa støðu, sjálvt um vit beinanvegin taka fleiri flokkar upp til námsfrøðilesnað á Setrinum.