Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 07. mars 2023
Nú fær Sankta Frans nýggjan skúla

Nú byrjar byggingin av hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Í dag varð arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT undirskrivaður, og nú er alt klárt til at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. HVT vann útboðið, og sáttmálaupphæddin er kr. 28,5 mió.

Tíðindi - 07. mars 2023
55% av burturkastinum eru matleivdir

Úrslit frá eini ruskskiljing, sum SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar hava gjørt, vísa, at lutfallið millum eindirnar er øðrvísi enn tað, ið væntað var at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við útlendskar dátur er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, og nøgdin av pappi og pappíri er eisini lægri. Nógv størsta eindin er matleivdir, svarandi til 55%, sum er meira enn í grannalondunum.

Tíðindi - 06. mars 2023
Kvøldskúlin hevur stóran týdning fyri kommununa

Tilboðini hjá Kvøldskúlanum hava ríkað um býin og kommununa, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu í sambandi við árliga starvsfólkadagin á Kvøldskúlanum.

Tíðindi - 28. februar 2023
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. apríl 2023

Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. apríl 2023.

Nýggj kunngerð um eldratænastur er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og hon gevur kommununum heimild til sjálvar at áseta gjøldini fyri sínar eldratænastur, sum ikki eru broytt síðan 2015.

Tíðindi - 28. februar 2023
Tórshavnar kommuna skal hava nýggjan vinnupolitikk

Tórshavnar kommunu fer nú undir arbeiðið  at orða ein vinnupolitikk í Tórshavnar kommunu. Seinni árini hevur kommunan sett fokus á ferðavinnu og ferðavinnupolitikk. Nú verður sjóneykan sett á vinnulívið í høvuðsstaðnum sum heild.

Tíðindi - 24. februar 2023
Tórshavnar Kvøldskúli við í nýggjari Nordplus verkætlan

Verkætlanin skal millum annað greina týdningin av luttøku í felagslívi og samstarvi millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Tíðindi - 23. februar 2023
Nýtt graslíki við korkfyllu á Hoyvíksvøll

Kommunan hevur fingið eitt tilboð uppá graslíkisveiting av sama slagi sum inni í Vika. Býráðið skal í dag taka støðu til, um takast skal av tilboðnum, sum bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin taka undir við.

Tíðindi - 22. februar 2023
Høvuðsstaðurin vísir samhuga

Fríggjadagin 24. februar er 1 ár síðani innrásina í Ukraina. Tórshavnar kommuna fer í hesum sambandi at flagga við ukrainska flagginum á Vaglinum. Í skýmingini verða ljós við ukrainsku flagglitunum at síggja í Steinatúni og á Vaglinum.

Tíðindi - 22. februar 2023
Fríðka uttanumøkið við Lágargarð og Boðanesheimið

Býráðið fer á býráðsfundinum í morgin at játta fígging til uttanumøkið við og uttanum Lágargarð og Boðanesheimið, serliga gøturnar millum heimini og vakstrarhúsið.

Tíðindi - 22. februar 2023
Aldubrótari skal fáa tað kyrt í bátahylinum í Álakeri

Kyrran í ávísum økjum inni í bátahylinum samsvarar ikki heilt við kanningarnar frammanundan. Tí verður ein aldubrótari lagdur fyri at fáa tað kyrt í hylinum.