Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Nú ber til at tekna seg til lutakast um grundstykkir við Klingurstjørn á Argjum, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.
Talan er um eitt grundstykki við útstykkingina Klingurstjørn 1 og trý grundstykkir við útstykkingina Klingurstjørn 2. Verða fleiri grundstykkir við Klingurstjørn latin inn seinni, verða tey somuleiðis við í lutakastinum.
Freistin at tekna seg til lutakastið er 27. mars 2023.
Tørvur er á at víðka verandi kapell í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, so fleiri sitipláss verða tøk til jarðarferðir. Kapellið varð tikið í nýtslu í 1951. Arkitektur var H.C W. Tórgarð. Kapellið bleiv víðkað fyrst í 1970´unum. Bygningurin hevur høgt varðveitingarvirði.
Fyrireikingararbeiðið til nýtt sjósavn gongur væl. Mett hevur verið, at treytin fyri uttanhýsis stuðulsfígging til byggingina er í stóran mun tengt at, um lokali myndugleikin eisini stuðlar verkætlanini fíggjarliga
Skotið verður nú upp fyri býráðnum, at farið verður undir at gera uppskot til tíðaravmarkaða samstarvsavtalu við Kvívíkar kommunu um, at næmingar úr Kvívíkar kommunu ganga í Eysturskúlanum í ikki bara 8., men eisini í 9. og í 10. flokki.
Eg taki við hesum stig til at bjóða Akseli V. Johannesen, løgmanni, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, saman við embætisfólkum teirra, til fund á Vaglinum, mánadagin 20. februar 2023.
Hóast vitandi um drúgva sjúkralegu, so komu boðin dáttliga við, at okkara góði starvsfelagi, Jørmann Petersen, var farin frá okkum í lívsins besta blóma.
Undanfarnu viku legði fyrrverandi vatnmeistari, Janus Sørensen, árarnar inn, 87 ára gamal. Janus var ein býarmynd, sum byrjaði at arbeiða fyri vatnverkið longu í 1966, og var vatnmeistari í heili 32 ár.
Tórshavnar kommuna selur nú grundstykkini, ið eru eftir av útstykkingini Undir Bøbrekku í Nólsoy í fríari sølu.
Talan er um grundstykkir, sum eru umleið 500 fermetrar til støddar.
Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. »Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin.
Les alt um ætlanina á temasíðu okkara um heildarætlanina. Á temasíðuni sært tú millum annað simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023. Tú kanst harafturat gera viðmerkingar til skipanaruppskotið.