Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 27. januar 2023
24 básar gjørdir á Skálatrøð til parkering í 2 tímar

Arbeiðið at avmerkja parkeringsøki á Skálatrøð, sum er tíðaravmarkað til 2 tímar, og sum umfatar 24 parkeringsbásar, er nú liðugt.

Broytingin er gjørd fyri at geva teimum parkeringsmøguleikar, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð. Á Skálatrøð eru framvegis 187 parkeringsbásar, sum hava tíðaravmarkingina 8 tímar.

Tíðindi - 27. januar 2023
190 nýggjar búeindir fyri á borgarafundi mánakvøldið

Borgarafundur verður í Skúlanum á Argjahamri nú mánakvøldið 30. januar kl 19 um útstykkingina omanfyri Argjahamar. Í yvirskipaðu útstykkingarætlanini verður pláss fyri áleið 190 búeindum, umframt til bygging av stovnum og miðstaðarvirksemi.

Samlaða byggibúningin verður liðug á sumri 2024.

Tíðindi - 26. januar 2023
Nýggj ljósskipan á Tórsvølli

Býráðið samtykti í dag sambært avtalu við FSF at játta helmingin av kostnaðinum fyri nýggja ljósskipan á Tórsvølli, sum er við at ganga fyri og ikki longur lýkur ásettu krøvini.

Verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd í 2011, og seinastu árini eru avbjóðingarnar við ljósskipanini vorðnar størri og størri, t.d. sløknaði hon heilt undir einum landskappingardysti í heyst.

Tíðindi - 26. januar 2023
Stuðul til filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 1 mió.kr. til vinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsframleiðslu í høvuðsstaðnum.

Tíðindi - 26. januar 2023
Væleydnaður borgarafundur í Finsen í gjárkvøldið

Spennandi skitsuuppskotið »Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur« um miðbýarkjarnuna í Havn varð lagt fram fyri fullari høll í Finsen í gjárkvøldið.

Í kvøld verður skitsuuppskotið lagt fyri býráðið. Síðan byrjar ein long tilgongd við hoyringum og tillagingum.

Tíðindi - 25. januar 2023
Borgarafundur í Finsen í kvøld kl 19

Í kvøld kl 19 verður borgarafundur um miðbýarkjarnuna hildin í Finsen, har Osbjørn Jacobsen fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”.

Tíðindi - 24. januar 2023
24 básar á Skálatrøð til parkering í 2 tímar

Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, t.d. tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður.

Tíðindi - 24. januar 2023
Býarlundin – partur av miðbýarætlanini

Ein partur av skipanaruppskotinum ‘Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur’, er uppskotið ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’. Hetta snýr seg mest um eina gongugøtu í Niels Finsensgøtu.

Tíðindi - 23. januar 2023
Vøllurin inni í Vika fær nýggja ljósskipan

Ætlanin er at útboð skulu fara fram til várs og at ljósskipanin er liðug at taka í nýtslu fram móti heystinum. Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið.

Tíðindi - 23. januar 2023
Parkeringsforboð við ítróttarøkið í Gundadali

Fyri at tryggja at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat, er parkeringforboð lýst fyri norðara part av ítróttarøkinum í Gundadali.

Tað vil siga, at tað bert er loyvt at parkera á merktum parkeringsbásum.