Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í farnu viku samtykti fíggjarnevndin at taka undir við at skipa Hoyvík sum valstað og beindi málið í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum til, at Hoyvík verður skipað sum nýtt valstað.
Almennur borgarafundur um skitsuuppskotið »Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur« verður mikudagin 25. januar kl. 19 í Finsen.
Tórshavnar kommuna hevur sett Jan Mølvad Laursen í starvið sum deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina, sum umsitur alt dagstovnaøkið í kommununi.
Hann tekur við eftir Beintu Dalbø, sum eftir sjey ár hevur valt at siga deildarleiðarastarvið frá sær.
Hakin varð í gjár settur í fyri nýggju høllini norðanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.
Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið, sum skal verða liðugt á sumri í 2024.
Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál. Hetta verður staðfest í úrslitinum í sokallaðu GDS-skrásetingini fyri 2022.
Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin út, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til luta og/ella íbúðarbygging.
Freistin at lata inn tilboð er 13. februar 2023 klokkan 12.
Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum tríggjar matriklar út til bygging av íbúðum. Talan er um matr. nr. 1108, 1107 og part av matr. nr. 1166c undir Fjalli í Tórshavn.
Freistin at lata inn tilboð er 13. februar 2023 klokkan 12.
Frá hósdegnum 5. januar 2023 fer kommunan at gera ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur.
Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.