Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 02. desember 2022
Sáttmáli um nýggja 5-metur vippu undirskrivaður

Nú kunnu vitjandi í svimjihøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu. Vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár.

Tíðindi - 01. desember 2022
Útboð av projektering og byggibúning av grundstykkjum á Velbastað

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út ein part av matr. nr. 51a á Velbastað, umleið 8.180 m2, til tilboðsgevara at koma við prísi uppá projektering og byggibúning av grundstykkjum til sethús.

Freistin at lata inn tilboð uppá arbeiðstøkuna er 15. januar 2023 klokkan 12.

Tíðindi - 01. desember 2022
Tilboðini uppá Húsareynstunnil og ráveg latin upp

Í dag var lisitatión í sambandi við ger av rávegi og tunli í sambandi við innkomuvegin. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar. Tá freistin var farin vóru tvey standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð.

Tíðindi - 29. november 2022
Viðvíkjandi heimleysum og skilhaldi í Steinatúni

Dagur og Vika viðgjørdi í gjárkvøldið viðurskiftini í Steinatúni, hetta serliga við atliti at ávísum borgarum, sum hava víðfevndar sosialar avbjóðingar, ofta nevnd heimleys. Innslagið gav skeiva fatan av tí, sum Tórshavnar kommuna ger, bæði fyri tey heimleysu og tey vitjandi og virksemið annars í Steinatúni. Kommunan skal tí koma við hesi rættleiðing.

Tíðindi - 25. november 2022
Barnafrádrátturin hækkaður til 9.000 kr fyri barnið

Tá fíggjarætlanin fyri 2023 var fyri í býráðnum í gjárkvøldið, løgdu umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fram broytingaruppskot um at hækka barnafrádráttin úr 8000 kr til 9000 kr fyri barnið.

Tíðindi - 24. november 2022
Fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 varð samtykt í kvøld. Samlaðu inntøkurnar fyri 2023 liggja um eina og eina kvart milliard krónur. Hóast korona og kríggj hava inntøkurnar verið javnar. Samlaðu íløgurnar verða slakar 320 milliónir krónur.

Tíðindi - 24. november 2022
Nú verður Dagstovnurin á Hamrinum útbygdur

Tórshavnar kommuna og P/f Búsetur hava skrivað undir arbeiðstøkusáttmála um stóra útbygging av Dagstovninum á Hamrinum.

Tíðindi - 04. november 2022
Sáttmáli um fimleikahøll í Kaldbak undirskrivaður

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Spf ÁTS skal byggja høllina. Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár.

Tíðindi - 04. november 2022
Avtalan um studentaskúlan og venjingarskúlan undirskrivað

Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið viðvíkjandi kampusøkinum á Frælsinum undirskrivað av Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Jenisi av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharra.

Tíðindi - 03. november 2022
Tórshavnar kommuna bjóðar út tvey lendi í Hesti til bygging av frítíðarhúsum

Tórshavnar kommuna bjóðar út tvey lendi í Hesti til bygging av frítíðarhúsum. Eitt lendi er við havnarlagið og er umleið 1900 m2, meðan eitt er inni í bygdini, sum er 3.300 m2.

Freistin at lata inn tilboð er 16. januar 2023 klokkan 12.