Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Hvussu hita vit húsini í framtíðini? Er tað upp til hvønn einstakan, ella skulu vit hava ein upphitingarpolitikk? Um vit skulu læra av dønum, fara landið og kommunurnar at gera yvirskipaðar ætlanir fyri, hvussu vit skulu hita okkum húsini. Og í ætlanini hjá dønum – Varmeplan Danmark 2021 - standa orkusparing og meira fjarhiti fremst.
Tveir danskir serfrøðingar innan orkuplanlegging og fjarhita koma at greiða frá á orkuráðstevnuni Ósvart í Norðurlandahúsinum hósdagin 3. november og fríggjadagin 4. november 2022.
»Øll vilja jú fegin vera grøn. Men tað má eisini kennast trygt at skifta frá eini vælkendari hitakeldu til okkurt nýtt. Tí er tað so týdningarmikið at gera eina ráðstevnu sum hesa, har fólk kunnu fáa alla vitanina, tey hava tørv á, á einum stað«.
Soleiðis sigur Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu um orkuráðstevnuna Ósvart, sum byrjar hósdagin 3. november kl. 9.
Umframt upplegg, kjak og fyrilestrar er eisini ókeypis orkuráðgeving og orkushow fyri skúlabørn og familjur á skránni. Ráðstevnan er ókeypis.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í framløguni á býráðsfundi í gjár, at samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2023 vaksa við 6,8% upp í 1,162 milliard krónur. Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa við 4% upp í 953,8 milliónir kr. Hetta gevur eitt úrslit áðrenn rentur uppá 267 mió. kr.
Býráðið samtykti seinnapartin einmælt at játta 57 miljónir til nú at gera útbyggingina av dagstovninum á Argjahamri. Tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur koma aftrat, umframt felagsøki, køkur og starvsfólkarúm.
Skíðfelagið Fjalir og Tórshavnar kommunu hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, sum fevnir um víðari menning, útbygging og rakstur av hentleikum og skíðumstøðum á Sornfelli.
Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands hava luttikið á Arctic Circle 2022 í Reykjavík við tí fyri eyga at menna vinnuferðavinnuna, og at bjóða Tórshavn fram sum fundar - og ráðstevnubý.
Í dag varð nýggja bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu. Hópur av fólki var komin saman at síggja nýggju umstøðurnar og at hoyra um liðuggerðina av frítíðarøkinum í Álakeri.
Frá mánadegnum 24. oktober 2022 verður parkeringsforboð lýst á øllum vegøkinum á Hjalla og Skarðshjalla.
Tað er skilaleys parkering í økinum og atlitið til neyðsynjar- og virkisakfør, sum er orsøkin til, at avgerð er tikin um parkeringsforboð.