Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir framløguni av fíggjarætlanini fyri 2023. Talan er um eina varna meting av vøkstrinum í bæði kommunu- og partafelagsskattinum. Samlaðu inntøkurnar verða mettar at vaksa við 4% upp í 1,209 milliardir. Rakstrarútreiðslurnar vaksa eisini við 4% upp í 954 miljónir.
Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður í morgun. Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 miljónir krónur.
Fyri vinnurekandi er skelting ein sera týdningarmikil partur av teirra virksemi. Skeltið er fyrsta ávirkanin, kundin fær av virkseminum. Skeltið er andlitið úteftir og skal verða sjónligt umframt senda góð signal, soleiðis at tað dregur kundar til.
Nýggj høll til skúlan í Kaldbak kemur fyri á býráðsfundi í dag. Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.
Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.
Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 234,9 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 229,2 mió.kr.
Gamla brúgvin um Sandá er nú sett í upprunastand og varð nú seinnapartin latin almenninginum til fría nýtslu. Brúgvin verður nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.
Nú seinnapartin kl 15 komu umboð fyri Felagið Grannalív - umboðandi niðara part av Tinghúsvegnum í Havn, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu – á vitjan á Ráðhúsinum í Havn.
Aftaná fleiri áheitanir frá borgarum, er bóklingurin Standmyndaveiða nú tøkur at taka niður av kommunalu heimasíðuni, soleiðis at ein og hvør, ið hevur hug, kann fara sína egnu listaligu rannsóknarferð í býnum við ella uttan børnum.
Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum. Og loksins er ungdómsbókasavnið klárt at lata dyrnar upp fyri ungdóminum. Tí á ungdómsbókasavninum hava tey ungu endiliga fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, sum er serliga innrættað til teirra.