Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 16. september 2022
Hestleiðin nú og í framtíðini - áheitan á fíggjarmálaráðharran

Hestfólk hava somu rættindi sum aðrir føroyingar, og flutningsskyldan hjá Strandferðsluni fevnir eisini um hestfólk. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur enn einaferð heitt á fíggjarmálaráðharran, sum varar av samferðslumálum, um at koma við eini fráboðan um, hvørjar ætlanir hann hevur við Hestleiðini.

Tíðindi - 16. september 2022
Um Hestleiðina - sjónarmið frá hestfólki

- Alla aðrastaðni í landinum verður roynt at betra samferðslukervið við tunlum, undirsjóvartunlum, vegum og betri ferðasambandi. Tí gevur tað onga meining at fara mótsettan veg, tá tað snýr seg um Hestoynna. Fólk á útoyggj hava sama tørv sum fólk í Havn ella Klaksvík at kunna koyra sínar vørur til hús og parkera í túninum.

Tíðindi - 15. september 2022
Er tíðin komin at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu?

- Tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið. Og eg haldi, at vit eiga at taka hetta til viðgerðar í góðari tíð, so vit fáa hugsanir fram í báðum støðum, um hetta er ein gongd leið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tíðindi - 14. september 2022
Fyri hvørjar 10 miljónir í íløgu minkar útlátið 5%

Í vikuni varð framt enn eitt stig á leiðini til eina grønari Havn, tá vesturbýurin varð knýttur uppí skipanina við avlopshita frá Sundsverkinum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt langtíðarætlanir fyri arbeiðið á orku- og umhvørvisøkinum, har serligur dentur verður lagdur á egið virksemi hjá kommununi, hetta tí vit meta, at kommunan eigur at ganga undan.

Tíðindi - 13. september 2022
Bjóða nú Røktarheimið á Stórubrekku út

Í sambandi við at Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík, verður nú boðið til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av røktarheiminum.

Tíðindi - 05. september 2022
Eingin bjóðaði uppá grundøki við Villingadalsvegin

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár grundøki við Villingadalsvegin til sølu til bústaðarbygging. Tá freistin at lata tilboð inn 1. september 2022 kl. 12 var farin, var tó einki tilboð innkomið.

Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjølbroyttar búeindir í kommununi, og tí fer kommunan væntandi at royna at bjóða lendið út umaftur seinni í ár.

Tíðindi - 02. september 2022
Fyrireikingarnar til bygging av Føroya Arena eru byrjaðar

Herfyri varð kunngjørt, at samlaða fíggingin til bygging av Føroya Arena er komin uppá pláss. Projekteringin er nú byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í longu í ár.

Tíðindi - 01. september 2022
Heita vatnið á Lygnnesi knýtast í kommunalar bygningar

Hetta er fyrsta ætlan av sínum slagi í Føroyum. Á sumri 2014 vórðu gjørdar áhugaverdar jarðhitaboringar á Lygnnesi í Kollafirði, haðani tað rann vatn upp úr holunum av yvirtrýsti í undirgrundini.

Tíðindi - 01. september 2022
5000 bygningar í Havn skifta til burðardygga orku

Einir 5000 bygningar í Tórshavnar kommunu skulu næstu árini skifta hita frá steinolju til burðardygga hitaskipanir. Býráðið játtaði í kvøld pening til at fara undir at gera eina hitaætlan.

Tíðindi - 01. september 2022
Nú skal miðbýarkjarnan skipast

Tórshavnar býráð samtykti í kvøld, at Henning Larsen fær í boði at gera skipanina av miðbýarkjarnuni. Uppskotið hjá Henningi Larsen vísir á eina framúr spennandi tilgongd til arbeiðið, umframt at tey útvega eina talgilda upptekning av býnum í 3D, ið er eitt sera virðismikið tilfar í víðari menningini av økinum.