Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 08. mai 2024
Umhvørvisstuðul og Grøn Virðisløn handaði

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu er hesa vikuna. Á tiltakið í gjárkvøldið vórðu umhvørvisstuðul, grøn virðisløn og grøn gáva handaði.

Tíðindi - 07. mai 2024
Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið vera við í ólavsøkuskránni, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 1. juli 2024.

Tíðindi - 29. apríl 2024
Børnini í Tórshavnar kommunu skulu hava bestu karmarnar

Felags foreldraráðið, ið varð sett á stovn tann 24. januar 2024, fer nú framhaldandi at gera vart við, hvussu umráðandi tað er, at vit hava góðar fysiskar karmar á stovnunum í kommununi. Ráðið gleðir seg at fara í eitt støðugt og gott samstarv við Tórshavnar Býráð og hevur sett sær fyri at tryggja, at atlit verða tikin, tá ið stovnar verða bygdir og umvældir.

Tíðindi - 24. apríl 2024
Bíðirúm til ferðafólk í Hesti

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.

Tíðindi - 22. apríl 2024
Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Tíðindi - 19. apríl 2024
Hámarksferðin á Velbastaðvegnum broytt til 60 km/t

Tórshavnar kommuna hevur samtykt at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Tíðindi - 17. apríl 2024
Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

Seinnapartin varð Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum. Tunnilin er góðar 1800 metrar til longdar og 10,5 metrar breiður.

Tíðindi - 17. apríl 2024
Eldraleikir í dag

Fyrrapartin byrjaðu eldraleikirnir í Tórshavnar kommunu. Talan er um ein serligan eldradag, har heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.

Tíðindi - 11. apríl 2024
Tórshavnar kommuna gjørt avtalu við KFUK um keyp av lendi

Tórshavnar kommuna og KFUK skrivaðu í gjár undir avtalu um keyp og sølu av lendi í samband við byggingina av hádeildini hjá Sankta Frans Skúla. Kommunan keypir 372 fermetrar av lendi frá KFUK fyri at fáa vegatgongd til økið, har parkeringspláss skal gerast. Fyri at fáa samanhangandi matrikklar keypir KFUK 92 fermetrar av lendi frá kommununi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Nicolina Højgaard, leiðari í KFUK, skrivaðu undir avtaluna.

Tíðindi - 05. apríl 2024
Dagfør samleikaappina áðrenn 10. apríl 2024

Samleikaappin er dagførd. Í hesum sambandi skulu allir brúkarar tryggja sær, at teir hava nýggjastu útgávu av appini. Mikudagin 10. apríl 2024 skalt tú hava dagført appina fyri at kunna halda fram at brúka Samleikan.