Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
The course “Faroese as a second language” starts again in Tórshavn on Monday 5 September and the registration has started. Kvøldskúlin advises immigrants to register as soon as possible.
Í greinini í gjár um sáttmálan millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir, vantaði ein tekning.
Í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir.
Tá freistin at lata tilboð inn uppá grundøki í Kollafirði, matr. nr. 203c, var farin 1. august 2022 kl. 12, var einki tilboð innkomið. Kommunan eigur tí framvegis lendið matr. nr. 203c í Kollafirði.
Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjølbroyttar búeindir í kommununi, og ein roynd at bjóða lendið út umaftur verður væntandi gjørd seinni í ár.
Bert eitt mál var á skránni á eykabýráðsfundinum í dag, tað var útstykkingin omanfyri Argjahamar. Málið snúði seg um at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Føroyar um íverkseting av útstykkingararbeiðinum og at játta pening til endamálið.
Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til at veita frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Freistirnar í útboðnum eru nú longdar.
Hoyringsfreistin fyri uppskotið til nýggja serstaka byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku er longd frá 25. august 2022 til 25. september 2022.
Limirnir, sum eru valdir av Tórshavnar kommunu, eru Heðin Mortensen, Annika Olsen, Bergur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Guðrið Højgaard.
Fyri at fyribyrgja, at granulat hvørvur av vøllunum í Tórshavnar kommunu, hevur kommunan sett bustir og ristir upp við inngongdina til vøllirnar, soleiðis at leikarar lættliga kunnu busta granulatið av og tøma gaggur og skógvar, áðrenn teir fara av vøllinum.