Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 14. juli 2022
Fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin farið í gongd

Nú er fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum farið í gongd. Byrjað varð uppá arbeiðið nú seinnapartin. Arbeiðið nú umfatar at gera ein arbeiðsveg og at savna data um undirlendið til vegin, sum skal transportera grótið úr tunlinum, sum verður gjørdur millum Marknagil og Undir Brúnni

Tíðindi - 13. juli 2022
Byggja tvær nýggjar skúlastovur í Skúlanum á Fløtum

Talan er um eitt rúm í dupultari hædd, har dekk verður lagt í og sum síðan verður umbygt til tvær skúlastovur í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum. Tað eru Articon og Búsetur, sum gera arbeiðið, sum byrjar beinanvegin og verður liðugt til jóla.

Tíðindi - 13. juli 2022
Kirkjugarðsleiðin í Hoyvík latin upp

Nú á middegi varð kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og niðan til kirkjugarðin í Hoyvík, alment latin upp. Leiðin gongur frá tí komandi kirkjutorginum, til gøtuna, sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgi kunnu fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.

Tíðindi - 06. juli 2022
80 ársverk fleiri á dagstovnaøkinum

Frá februar í fjør til mai í ár eru meira enn 80 ársverk fleiri inni í dagstovnaskipanini, svarandi til ein vøkstur uppá heili 16%.

Tíðindi - 05. juli 2022
Sáttmáli undirskrivaður um bygging av nýggju Havnará

Sáttmáli varð í gjárkvøldið undirskrivaður við J&K Petersen um verkætlanina at gera opnu ánna, sum kemur at renna gjøgnum býarrúmið við Vaglið.

Tíðindi - 01. juli 2022
Fiskaplássið Yviri við Strond latið upp

Í morgun lat gamla fiskaplássið Yviri við Strond upp fyri almenninginum. Fiskaplássið, sum Johannes í Stórustovu virkaði á, er helst einasta heila fiskapláss, sum eftir er í Havnini, og nú er tað gjørt atkomuligt fyri øllum.

Tíðindi - 01. juli 2022
Í dag letur 1. partur av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum

Fiskastykkið gerst livandi aftur

Arbeiðið at umvæla og skipa Fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at 1. partur kann takast í brúk.

Tíðindi - 30. juni 2022
Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum

Nú er nýtt graslíkið lagt á vøllin inni í Vika. Í fjør skifti Tórshavnar kommuna tríggjar graslíkisvøllir í Gundadali og Tórsvølli, og tá varð samstundis fyrireikað at skifta 12 ára gamla graslíkisvøllin vøllin á Argjum.

Tíðindi - 23. juni 2022
720.000 kr játtaðar til Ovasavn í Nólsoy

Málið byrjar við at kommunan fekk umsókn frá Stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy um yvirtøku av øllum skyldum viðvíkjandi matr. nr. 126a, svimjihylsgrundin, sum er eystanfyri Nólsoyar skúla, tí nevndin metti tað vera ósannlíkt, at hon nakrantíð kláraði at fullføra verkætlanina við svimjihyli.

Tíðindi - 23. juni 2022
Soleiðis kemur Havnará at síggja út í miðbýnum

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn. Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og lagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.