Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 22. juni 2022
Prinsippavtala gjørd um campus á Frælsinum

Býráðið samtykti í kvøld einmælt eina prinsippavtalu, ið sum frálíður fer at slóða fyri at seta gongd á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, býráðsumsitingin kann øll sum hon er flyta inn í Sjóvinnuhúsið – og kommunan yvirtekur gamla studentaskúlan í Hoydølum.

Tíðindi - 22. juni 2022
Nú verður ein opin á í miðbýnum

Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til verkætlanina at lata ein part av Havnará upp, hevur verið neyðugt at kanna fleiri viðurskifti, áðrenn farast kundi í holt við sjálvt projekteringsarbeiðið. Arbeitt hevur somuleiðis verið við uppskoti til tekniska loysn, hvussu áin kann latast upp við reinum vatni, har dálkað vatn verður leitt uttan um sjálva ánna.

Tíðindi - 22. juni 2022
Fara nú undir at byggja Føroya Arena

Fíggingin uppá kr. 218,9 mió til stórhøllina er nú fingin til vega. Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á tilfari, veitingum og flutningi hækkaðir, serliga vegna kríggið í Ukraina. Vísandi til óvissuna, ið valdar á marknaðinum, er ikki møguligt at gera avtalur um tilfar og veitingar við undirveitarar og harvið fastlæsa byggiprísin, fyrr enn endalig avgerð er tikin um, at farið verður undir at byggja stórhøllina.

Tíðindi - 22. juni 2022
Framtíðar Havnin: Fólk og ferðavinna – lið um lið

Summarsólstøður vóru í Sandagerði í gjárkvøldið, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs helt røðu.

Tíðindi - 21. juni 2022
Føroyskt sum annaðmál: 26 tilflytarar fingu prógv

Fríggjadagin fingu 26 tilflytarar prógv í føroyskum sum annaðmál. Talan er um tríggjar flokkar á Tórshavnar Kvøldskúla, og eru flokkarnir á stigi eitt, tvey og trý.

Tíðindi - 21. juni 2022
Seta gongd á at framtíðartryggja eldraøkið

ì hesum døgum verða nøgdsemis -og trivnaðarkanningar gjørdar á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningunum, og øll, sum luttaka, eru dulnevnd.

Tíðindi - 20. juni 2022
Kommunan yvirtekur fleiri landsvegastrekki

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu í morgun avtalu um avhandan av landsvegum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Landsverk um at yvirtaka fleiri landsvegateinar. Talan er um eitt nú Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjarvegnum og part av Velbastaðvegnum.

Tíðindi - 10. juni 2022
Вечірня школа Торсхавн - Вступний курс з фарерської мови та культури для українських біженців віком від 14 років.

Skeið 2: Føroyskt fyri ukrainar – undirvísing á enskum við tulki 11. – 15. juli kl. 09:00 – 12:30 í J. H. Schrøtersgøtu 1. Tórshavn.

Tíðindi - 09. juni 2022
Kanna nøgdsemið og trivnaðin á eldraøkinum

Tórshavnar kommuna fer nú at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum. Kanningarnar, sum fevna um brúkarar, avvarðandi og starvsfólk, eru liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið.

Tíðindi - 08. juni 2022
Móttøkuflokkurin á Kvøldskúlanum heldur fram

Kvøldskúlin hevur í mong ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Tilboðið er víðkað til eisini at fevna um børnini. Avgjørt er nú, at Kvøldskúlin fyribils skal hýsa móttøkuflokkinum í eitt ár afturat.