Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Felagið Tórshavn hevði aðalfund Í gjárkvøldið. Í hesum sambandi nýttu borgarstjórin, leiðsla og nevnd í felagnum Tórshavn høvið til at undirskriva avtalu sum ásetur, hvørji mál Visit Tórshavn skal loysa í 2022.
Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Freistirnar í útboðnum eru nú longdar. Millum annað er freistin at lata skrivlig tilboð longd til 3. oktober 2022.
Á eyka býráðsfundi í dag, samtykti Tórshavnar Býráð einmælt við aðru viðgerð at játta góðar 24,4 milliónir krónur til arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar.
Sambært nýggjari spurnakanning, sum 12 feløg í átakinum Burðardygt Vinnulív hava gjørt saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini, verður ein triðingur av húsarhalds- og vinnuburturkastinum skilt til endurnýtslu.
Nýggja spurnakanningin varð send út til 500 fólk kring alt Føroyar fyri at fáa eina betri fatan av burturkastvanum hjá fólkum.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.
Skrivlig boð skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva, saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni, í seinasta lagi 1. august 2022 kl. 12.
Hátíðarhald verður á Kongabrúnni leygardagin 7. mai kl. 11 í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani fyrsti bilur kom í land í Føroyum. Minnispláta verður avdúkað og ymisk tiltøk verða.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Matrikklarnir eru tilsamans størri enn øll Javnagøta og Korkagøta, ið eru býlingarnir niðanfyri økið. Talan er tí um eitt sera stórt øki og ein heilt nýggjan býling, ið kemur at liggja við endan á Villingadalsvegnum.
Vanliga hevur frítíðarskúlatilboðið um summarið verið skipað soleiðis, at ein ella tveir frítíðarskúlar hava havt opið í tvær vikur (10 dagar) aftaná, at fólkaskúlin er farin í summarfrí. Hetta er tað, sum rópt verður samanlagt virksemi. Hetta hevur mentamálanevndin í Tórshavnar býráð nú broyt soleiðis, at frítíðarskúlatilboðið verður longt eina viku (5 dagar).
Í dag undirskrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna sáttmála um vegagerðina omanfyri Argjahamar, har nýggja stóra útstykkingin verður. Vegagerðin er ein fortreyt fyri, at stóra útstykkingararbeiðið kann fara í gongd, og samstundis verður vegurin fluttur úr túnunum hjá fólki í ovastu røð og væl niðaneftir.
Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar. Hetta varð einmælt samtykt við aðru viðgerð.