Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 28. apríl 2022
Gera veg og fara at stykkja út 200 búeindir á Argjahamri

Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at býráðið í kvøld endaliga hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd.

Tíðindi - 20. apríl 2022
Sáttmáli gjørdur við Gundurs Bussar um bussleiðina 2023 – 2032

Í gjár skrivaðu Tórshavnar kommuna og Gundurs skrivað undir nýggjan sáttmála um bussleiðina frá 1. januar 2023 til 31. desember 2031.

Nýggi sáttmálin inniber, at Gundurs Bussar longu frá byrjan av sáttmálaskeiðinum fara at koyra við elbussum á leið 4. Gundurs Bussar keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar at reka bussleiðina við eftir 2023.

Tíðindi - 07. apríl 2022
Sáttmáli gjørdur um viðarlund og trivnaðarøki á Argjum

Seinnapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna um at gera ætlaðu viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum, sum býráðið samtykti í sambandi við risastóru útstykkingarnar á Argjahamri.

Tíðindi - 05. apríl 2022
Nýtt spælipláss í Grasagarði

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, verður nú dagført. Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum. Arbeiðið verður liðugt til ólavsøku.

Tíðindi - 01. apríl 2022
Kommunufelagið trygdin fyri fólkaræðisligum fjølbroytni

- Vit standa við einari stórari  avbjóðing – einari, ið vit ikki hava roynt áður, men eisini hesa ferð fara vit í sterkum felagsskapi at finna røttu loysnirnar. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og segði, at hesin fundurin var nummar níggju í røðini, síðani felagið varð stovnsett í 2014.

Tíðindi - 01. apríl 2022
Kommunufelagið stýris- og aðalfund í dag

Í morgun var stýrisfundurin hjá Kommunufelagnum hildin á Hotel Føroyum, og nú seinnapartin er aðalfundurin byrjaður. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar av stýrinum og øllum borgarstjórunum í morgun.

Tíðindi - 25. mars 2022
Bussleiðin: 100% umlegging til grøna orku i 2027

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt ískoyti frá borgarstjóranum, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal vera framd í seinasta lagi í 2027.

Tíðindi - 24. mars 2022
Klárt at fara undir røktarheim og røktaríbuðir á Stórabrekku

Býráðið hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum í Stórubrekku. Á Stórubrekku eru umleið 24.000 m2 av lendi, sum byggjast kann á.

Tíðindi - 24. mars 2022
Keypa nú byggilendi við Stórutjørn

Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 milliónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar. Hetta varð einmælt samtykt.

Tíðindi - 24. mars 2022
Karlamagnusarbreyt verður nú liðuggjørd

Arbeitt hevur leingi verið við at røkka málunum í heildarætlanini fyri Karlamagnusarbreyt. Ætlanin snýr seg millum annað um parkeringsøki, gongubreytir, gøtuljós, leiðingar, grøn øki og tún, kantsteinar, brunaleiðir, planting og fríðking.