Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 24. mars 2022
Gera veg og fara at útstykkja 200 búeindir á Argjahamri

Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at býráðið í kvøld hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd.

Tíðindi - 24. mars 2022
Í 2027 koyra allir bussar í Havn við grønari orku

- Vit byrja í kvøld við tveimum nýggjum elbussum, og líka so skjótt tøknin og aðrar umstøður loyva tí, verða dieselbussarnir skiftir út við bussar við grønari orku, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tíðindi - 22. mars 2022
Semjuskjal um bygnaðin á elorkuøkinum undirskrivað

Í dag hava landsstýrismaðurin í orkumálum Magnus Rasmussen og samráðingarnevndin umboðandi kommunala geiran og eigararnar av SEV skrivað undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum frameftir.

Tíðindi - 17. mars 2022
Nýtt kort við kunning um vegarbeiði í Tórshavnar kommunu

Kommunan hevur nú skipað alla kunning um veg- og grevstrararbeiði í kommununi á einum korti, soleiðis at borgarar lættliga kunnu fylgja við í, hvørjir vegir eru stongdir, og hvørji arbeiði fara í gongd í næstum.

Kortið er lagt afturat síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð, ið lýsir vegarbeiðini og ferðsluavmarkingarnar nærri. Bæði kort og kunningarsíða verða dagførd regluliga.

Tíðindi - 17. mars 2022
Nýggj heildarætlan fyri Eystara Havnaøki

Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnaøki.

Heildarætlanin er ein yvirskipað og langtskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk kunnu setast í verk til tess at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Tíðindi - 16. mars 2022
Føroyar: nýggja altjóða ferðamálið fyri ítróttatiltøk?

Mikukvøldið 23. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri verkstovu um, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum- og tiltøkum. Tiltakið er fyri ítróttasambond- og feløg og verður á Panorama á Hafnia.

Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, fer at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum.

Tíðindi - 16. mars 2022
Ætlan um at útbyggja kapellið

Kapellið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er ov lítið. Ætlanin er tí at byggja út í sama stíli og gera nakrar ábøtur í sambandi við hita o.a. Samstundis er farið undir at leggja til rættis eina skipan av kirkjugarðinum, eitt nú planting o.a., sum skapar hugna og lívd.

Tíðindi - 16. mars 2022
Skjótibreytin á Sandvíkum liðug í summar

Skjótibreytin á Sandvíkum er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Byrsumúla. Endamálið hevur verið at byggja eina skjótibreyt, har skipast kann fyri altjóða kappingum og har til ber at halda Oyggjaleikirnar.

Tíðindi - 11. mars 2022
Diesel + elbussar er ein neyðug loysn fyri Bussleiðina og brúkaran

Okkara størsti trupulleiki er, at vit ikki eru klár til at røkja Bussleiðina, bara við elbussum. Enn. Ætlaða loysnin er tí tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn, tá vit eru klár.

Tíðindi - 11. mars 2022
Loftbrúgvin aftur longd í trý ár

Í dag skrivaðu Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna.