Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at talgilda sínar tænastur og flyta tær yvir á Vangan, soleiðis at borgarar lætt og trygt kunnu avgreiða síni ørindi heimanífrá.
Frá í dag ber eisini til at brúka Vangan, tá tú skalt flyta til kommununa, flyta í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond.
- Tá kommunan ikki veitir fulla tænastu, er avgjørt, at frá 1. mars 2022 verður foreldragjaldið afturgoldið í lutfalli við longdina av skerda virkseminum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í stuttari viðmerking.
Hósdagin 31. mars verður spennandi vinnutiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fyri afturvendandi tiltakinum Vinnuforum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.
Hesaferð verður sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan. Tað verða bæði útlendskir og føroyskir fyrilestrarhaldarar.
Spennandi ráðstevna um frítíðarlívið í Føroyum hevur verið í Norðurlandahúsinum síðan gjáramorgunin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti ráðstevnuna. Har førdi borgarstjórin m.a. fram, at kanningin um frítíðarvanarnar í Føroyum er eitt megnar amboð, nú vit skulu skapa karmarnar fyri framtíðar frítíðarlívi.
Ein gøta er nú gjørd út á Hvítasand nærindis Boðanesgjógv. Sum flestu gøturnar er hon gjørd soleiðis, at hon liggur væl í lendinum og ávirkar náttúru og djóralív á staðnum so lítið, sum til ber.
Allar mannagongdir og boð frá løgregluni og barnaverndartænastuni hava verið fylgd í málinum, sum er handfarið á professionellan og virðiligan hátt. Neyðugar avhoyringar eru gjørdar, málið er kannað av avvarðandi myndugleikum, og er síðani slept, uttan at ákæra er reist móti starvsfólkinum.
- Eg fegnist um, at Sankta Frans skúli loksins fær somu møguleikar sum hinir skúlarnir. Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnunum og fyri undirvísingarætlanina yvir ár, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.
- Málið er nú einmælt avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at býráðið í gjárkvøldið einmælt samtykti heildarætlanina fyri eystara havnaøki.
Tórshavnar býráð hevur samtykt, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla fara í 8. flokk í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2022/23. Eisini verða 14 børn, sum áður hava fingið boð um, at tey ikki eru innskrivað í 1. flokki í tí skúla, har tey ganga í forskúla og hava systkin, kortini innskrivað í skúlan. Talan er um 8 børn í Skúlanum á Fløtum og 6 børn í Sankta Frans skúla.