Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Á býráðsfundinum í morgin, hósdagin 24. februar 2022, skal býráðið taka støðu til eitt uppskot um at broyta reglugerðina um útlutan av grundstykkjum.
Broytingin ber millum annað í sær, at borgarar búsitandi í Tórshavnar kommunu fáa framíhjárætt at luttaka í lutakastinum um nýggj grundstykki. Eisini verða atlit tikin til lesandi uttanlands.
Semja er um at bygdirnar skulu raðfestast hægri og at kommunan áhaldandi arbeiðir við at fríðka um og gera ábøtur í allari kommununi. Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til at játta tvær miljónir til fríðkan í bygdunum. Ætlanin er, at allar bygdirnar í kommununi skulu verða fríðkaðar á ein ella annan hátt á hvørjum ári.
Býráðið samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum. Talan er um at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.
Talan er um eitt øki, sum í byggisamtyktini er lagt út til frítíðarhús, og eitt øki, sum liggur niðri við havnalagið. Kommunan eigur bæði økini, og umsitingin fer at tosa við umboð úr Hesti um verkætlanina, áðrenn endaliga útbjóðingarskrivið verður lagt út alment at bjóða uppá. Kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Arbeiðið er í gongd at gera byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum á Stórubrekku. Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.
Tilboðini, saman við fylgiskjølum og váttan um fígging frá fíggingarstovni, skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 30. mars 2022 klokkan 12.
Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan?
Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.
Avtala er í gjár undirskrivað millum Tórshavnar kommunu sum byggiharra og SNA Arkitektur og MAP Arkitektar sum ráðgevar um ráðgeving í sambandi við heildarætlan fyri Stórutjørn.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð í gjár endaliga samtykti av avtaka 70-ára fráfaringaraldurin.
- Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.