Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Flaggdagin, leygardagin 25. apríl, lata allar støðir hjá Kommunalu Brennistøðini aftur klokkan 12. Hetta merkir, at Endurnýtslan á Hjalla bert er opin frá klokkan 10 til 12.
Flaggdagin 25. apríl 2026 eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn millum klokkan 11 og 17. Meðan renningin fer fram, koyrir leið 2 ikki eftir Jónas Broncks gøtu, Yviri við Strond og Tórgarðsgøtu. Leiðin koyrir í staðin úr Steinatúni eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og víðari eftir ferðaætlanini.
Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið vera við í ólavsøkuskránni, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 1. juni 2026 og senda tilfar til skránna áðrenn 1. juli 2026.
Eingin gjøgnumkoyrandi ferðsla er loyvd frá Hamarsgøtu til Skúlagøtu í kvøld frá kl. 18 til 24. Vegurin verður asfalteraður. Leið 2 koyrir eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og víðari eftir ferðaætlanini, meðan arbeiðið fer fram.
Føroyahúsið var fullsett av hugagóðum ungfólki fríggjakvøldið, tá ið borgarstjórin vitjaði Føroyahúsið í Keypmannahavn. Borgarstjórin var boðin at leggja fram í sambandi við afturvendandi tiltakið Vel Føroyar, sum í ár snúði seg um bústaðarviðurskifti.
Vit steingja fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá Gilsvegi til Hjaltarók frá mánamorgni 20. apríl klokkan 9 til týsdagin 21. apríl klokkan 16 í sambandi við, at vit taka rørportrið burtur við Nordbil á Oyggjarvegnum. Víst verður til at koyra eftir Havnarvegnum/Gilsvegi. Koyrandi er til Skotarók og Írarók eftir Oyggjarvegnum.
Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur havt sín árliga fund, sum í ár var í Nuuk.
Tórshavnar kommuna fer undir eina størri KT-umlegging seinnapartin fríggjadagin 17. apríl. Arbeiðið hevur við sær, at fleiri av okkara talgildu tænastum ikki eru tøkar. Arbeiðið ávirkar millum annað Pláss-skipanina, ForeldraGluggan, umsóknarmøguleikarnar á Vanganum, kommunalu heimasíðuna og tiltakskalendaran Tímin.