Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Stóra takið hjá okkum verður at svara teimum krøvum og tí tørvi, sum stóri fólkavøksturin hevur við sær. Hetta er tó ein hugalig avbjóðing, tí alt bendir á, at høvuðsstaðarkommunan framhaldandi verður so væl fyri, at vit megna hesa uppgávu.
Arbeiðið hevur gingið væl at gera bátahavnina í Álakeri, sum skal rúma 230 bátum. Havnin verður skipað við flótibrúgvum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Býráðið skal í annaðkvøld taka støðu til, um kommunan skal veita sjálvsognarfelagi undir stovnan tilsøgn uppá 50%, ella í mesta lagi kr. 108,9 mió, í fígging til byggingina av stórhøllini við Klingruna.
Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8.
Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera gamla kirkjugarð á Svínaryggi meira viðkomandi fyri borgararnar. Hetta arbeiðið er nú stórt sæð liðugt. Navn er sett á stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar við um 500 nøvnum.
Talan verður um 22 raðhús og 48 leiguíbúðir. Farið verður í gongd við arbeiðið beinanvegin. Eftir ætlanini skulu raðhúsini standa innflytingarklár á vári 2023, og leiguíbúðirnar til jóla í 2023.
Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst. ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Eg beri ongan ótta fyri, at høvuðsstaðurin frameftir ikki fer at megna at nøkta tørvin á búeindum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.