Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 23. juni 2021
Avtalan um innkomuvegin samtykt í býráðnum

Í sambandi við innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum hevur Tórshavnar býráð í kvøld samtykt avtaluna millum fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg.

Tíðindi - 23. juni 2021
Samtykt íbúðarbygging á Miðhorni

Articon fer at standa fyri allari útstykkingini í Miðhorni. Í kvøld varð tilmælið samtykt í býráðnum. Talan er um 12.700 fermetrar tilsamans.

Tíðindi - 23. juni 2021
Nýtt pakkhús og nýggjur terminalur til Norrønu

Men síðan Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við. Nú hevur Tórshavnar havn tørv á einum nýggjum terminali til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Tíðindi - 22. juni 2021
Nú verður býurin stongdur fyri tungari ferðslu um náttina

Skelti eru nú sett upp, sum banna tungari ferðslu yvir 24 tons á kommunalum vegum í fleiri økjum, frá kl 22 á kvøldi til kl. 7 á morgni og allan sunnudagin.

Tíðindi - 21. juni 2021
150 nýggjar íbúðareindir við Glyvursvegin

Farið verður nú undir at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin.

Tíðindi - 18. juni 2021
Ruskinnsavnarar verða bitnir av leysgangandi hundum

Tað kemur fyri, at ruskinnsavnarar verða bitnir av hundum. Kommunala Brennistøðin heitir á fólk um at hava hundar inni ella bundnar, teir dagarnar, ruskið verður tikið, soleiðis at hundurin ikki er til ampa fyri ruskinnsavnararnar.

Tíðindi - 03. juni 2021
Endiliga er avtalan um innkomuvegin undirskrivað

Nú er endiliga funnin loysn á málinum um innkomuvegin. Innkomuvegurin fer at lætta um ferðslutrýstið inn í Havnina og í Havnini. Haraftrat fer innkomuvegurin at skapar góðar møguleikar at menna býin við nýggjum útstykkingum, bæði til bústaðir og vinnu.

Tíðindi - 03. juni 2021
Almenn hoyring – broyting av byggisamtykt við Miðhorn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. mai 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1160a, Tórshavn frá 4. grundumráði til A1 og A2 øki bústaðarøki, í sambandi við ætlanir um at byggja sethús/raðhús og íbúðir í økinum.

Tíðindi - 27. mai 2021
Ársroknskapurin 2020 góðkendur

Ársroknskapurin fyri Tórshavnar kommunu varð lagdur fyri Tórshavnar býráð í kvøld. Koronafarsóttin hevur ikki merkt kommunala búskapin so nógv, sum kanska væntað.

Tíðindi - 26. mai 2021
Nýggj høli til kommunulæknaviðtalur

Hølini í Berjabrekku verða nú út- og umbygd til at kunna hýsa fimm kommunulæknaviðtalum - og harvið einum nýggjum kommunulækna.