Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 30. mars 2021
Kommunan yvirtekur landsvegir – gevur nýggjar møguleikar fyri útstykkingum

Tórshavnar kommunu yvirtekur fýra landsvegir frá landinum. Vegirnir liggja innan fyri kommunumark, og nú kommunan yvirtekur vegirnar, eru komnir nýggir møguleikar fyri at stykkja út o.a. uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum, og at bygging longu er framvið onkrum av vegunum.

Tíðindi - 29. mars 2021
Yvirtaka pakkhúsið hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og er ætlanin tí at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni.

Aftan á samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samd um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar kr. 4.9 miljónir.

Tíðindi - 28. mars 2021
Nólsoyingar skulu hava eitt nýtt avloysaraskip

Tær nógvu avlýsingarnar við Erlu Kongsdóttir vísa greitt, at skipið ikki er álítandi á leiðini millum Nólsoy og Havnina. Men reglusemi er tað minsta kravið, sum vit mugu kunna seta til hesa farleiðina, sum er sjálv lívæðrin hjá nólsoyingum.

Tíðindi - 26. mars 2021
ÍSF fer at byggja omaná Fimi

ÍSF-húsið í Gundadali varð rivið niður herfyri og ÍSF er tí heimleyst. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at staðseta nýggju hølini hjá ÍSF omaná Fimi.

Tíðindi - 25. mars 2021
Gongubrýr tvørtur um Sandá í Havnardali

Býráðið skal í kvøld taka støðu til at játta 1. mió. kr til at gera tríggjar gongubrýr tvørtur um Sandá í Havnardali.

Tíðindi - 10. mars 2021
Klárt at bjóða 11. stig av innkomuvegnum út

Tað 11. stigið av innkomuvegnum er strekkið frá brúnni undir Vatnaskørðum og oman í Villingadalsvegin. Fleiri hava lagt til merkis, at Landsverk hevur gjørt uppmátingar her í seinastuni.

Útbjóðingartilfarið til hetta økið er nú at kalla klárt og bíðar bara eftir at verklagslógin, sum fíggjarmálaráðharrin nú fer í løgtingið við, verður samtykt.

Tíðindi - 08. mars 2021
Tjóðleikhúsið – eitt portur til miðbýin

Tjóðleikhúsið skal byggjast undir Krákusteini við Eystaruvág. Tað er úrskurðurin hjá dómsnevndini, sum hevur mett um bestu staðsetingina til Tjóðleikhúsið. Dómsnevndin fekk sjey ymisk uppskot at taka støðu til, og flestu uppskotini peikaðu á økið undir Krákusteini við Eystaruvág.

Tíðindi - 08. mars 2021
Seks nýggj ferðavinnutilboð í Nólsoy

Fríggjadagin í farnu viku var eitt forvitnisligt tiltak í Nólsoy, tá ið átakið Nýskapan í ferðavinnuni var í bygdini. Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum, sum skal menna ymiskt spennandi ferðavinnutilboð til føroyingar og ferðafólk.

Tíðindi - 01. mars 2021
Frítíðar- og ítróttapolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Politikkurin setir út í kortið, hvussu kommunan fer at menna og umsita frítíðarvirksemi og ítrótt í framtíðini. Tórshavnar kommuna hevur orðað ein nýggjan frítíðar- og ítróttapolitikk.

Tíðindi - 26. februar 2021
30 íbúðir byggjast á Lambatrøðni

Ætlanin hevur leingi verið at byggja íbúðir á Lambatrøðni á Argjum. Talan er um 5 bygningar í tveimum hæddum við tilsamans 30 íbúðum, 20 íbúðir uppá 72 fermetrar og 10 uppá 90 fermetrar. Bilskýli, parkeringsøki, reinsiverk og fríøki eru eisini á trøðni.