Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Nú er peningur játtaður til at seta brúnna um Sandá í uppruna stand. Játtaðar eru 2,2 mió. kr. til hetta á íløguætlanini fyri 2021.
Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru settar 4 miljónir av til prosjektering av einum parkeringstunli. Tunnilin um Tangafjørð letur upp longu nú til jóla, og trýstið verður óivað størri á býin enn vanligt.
- Ein loysn kann vera ein parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð. Parkering er í báðum síðum á tunlinum og upp- og niðurgongdir eru fleiri staðni í miðbýnum. Tað finnast óivað aðrar loysnir við parkeringstunli, so hetta má kannast væl.
Kommunuætlanin 2020 er nú samtykt. Hon setur karmarnar fyri, hvussu kommunan skal skipast og mennast framyvir.
Kommunuætlanin hevur ligið til almenna hoyring í summar. Fjúrtan viðmerkingar komu inn frá borgarum, stovnum og felagsskapum, og síðan er Kommunuætlanin dagførd við støði í viðmerkingunum.
Býráðið tók 6. november støðu til høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147.5 miljónir kr við P/F J&K Petersen um nýggja langhylin. Og longu í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.
Væntandi byrjar arbeiðið fyri jól við at rigga byggiplássið til, at hegnað økið av og byrja avgrevstur. Langhylurin skal verða liðugur í 2023. Tað eru SNA, sum hava projekterað hylin.
Ætlanin var, at Erla Kongsdóttir skuldi koma fyrr í ár, og so skuldi takast støða til, hvørjar møguligar tillagingar skuldu gerast á atløguplássini. Um skipið hevði komið til tíðina, hevði rúm tíð verið at gjørt tillagingar, til skipið skuldi brúkast sum avloysaraskip.
Loysnin er at hækka bryggjukantin við einari rampu, sum verður stoypt oman á bryggjuna. Tað ber ikki til at broyta verandi rampur, tí tær skulu framhaldandi brúkast til Ternuna.
Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk og væl fyri. Inntøkurnar eru metstórar, og tær eru grundarlagið undir øllum átøkum til frama fyri einum sterkum og kappingarførum altjóða høvuðsstaði.
Seinastu fýra árini er kommunan vaksin við í miðal 350 nýggjum borgarum á hvørjum ári. Ongantíð hava fleiri búð í Tórshavnar kommunu enn beint nú. Hetta er bæði søguligt og gleðiligt.
Fiskastykkið Yviri við Strond verður nú umvælt og søgan um einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, verður gjørd atkomulig fyri øllum.
Í farnu viku var ástaðarfundur á Fiskastykkinum, har Eyðun Eliasen, arkitektur, Sjúrður Jacobæus, stjóri í Hjálpirót, Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur hjá Tórshavnar kommunu og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, umrøddu arbeiðið á Fiskastykkinum, sum nú er byrjað.