Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 12. november 2020
Nýggjar kringsýnismyndir
Myndirnar eru allar tiknar úr erva við dronu. Her sært tú eitt nú Syðradal, Gomlurætt og Velbastað. Myndirnar eru tiknar við dronu. Kringsýnismyndirnar vísa Havnina úr øllum ættum nakað væl upp frá jarðarskorpuni. Myndir eru t...
Tíðindi - 12. november 2020
Nýggja býráðið hevur skipað seg

Á býráðsfundi eftir kl 17 í dag var nevndarval og val av borgarstjóra og 1. og 2. varaborgarstjóra. Heðin Mortensen varð einmælt valdur sum borgarstjóri, Annfinn Brekkstein varð valdur 1. varaborgarstjóri og Annika Olsen varð vald sum 2. varaborgarstjóri.

Tíðindi - 11. november 2020
Fínteljingin í Tórshavnar kommunu liðug

Valnevndin í Tórshavnar kommunu hevur í dag fíntalt býráðsvalið.

Bert smáar flytingar vóru, sum onga ávirkan hava á úrslitið millum flokkarnar og millum valevnini.

Tíðindi - 06. november 2020
Klintrihøllin í Bacalao klár at taka í nýtslu – móttøka leygardagin kl. 14

Havnar klintrifelag hevur í samstarvi við Tórshavnar kommuna ment eina verkætlan í Bacalao við klintrihøll, sum er lið um lið við skatehøllina, ið lat upp í fjør.

Arbeiðið við klintrihøllini er nú liðugt, høllin fingið nýtsluloyvi og klárt er at taka hana í nýtslu. Felagið hevur lagt stórt sjálvboðið arbeiði í verkætlanina, umframt stuðul frá Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 06. november 2020
Býráðið játtað 147,5 miljónir til langhylin

Býráðið tók í dag støðu til høvuðsarbeiðstøkusáttmála á 147.500 tkr. við P/F J&K Petersen um nýggja langhylin.

Hetta merkir, at umsitingin nú hevur fingið heimild at fara undir at gera sáttmála við J & K Petersen, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.

Tíðindi - 04. november 2020
Størsta íløga í ein føroyskan fólkaskúla nakrantíð
Stórt hátíðarhald var í Skúlanum og Frítíðarskúlanum á Fløtum í gjár seinnapartin. Niðanfyri prenta vit røðuna, sum Annika Olsen, borgarstjóri, helt til móttøkuna.
Tíðindi - 03. november 2020
Microsoft Explorer verður tikin úr nýtslu, tí trygdin er ikki í lagi
Nógv fólk nýta framvegis Microsoft Internet Explorer til at reika og avgreiða talgild ørindir á netinum. Internet Explorer er kortini ikki tryggur kagi longur, og verður ikki víðarimentur. Microsoft frámælir tískil at nýta hend...
Tíðindi - 02. november 2020
Skúlin á Fløtum opin fyri almenninginum
Skúlin á Fløtum er bygdur og klárur at taka í nýtslu, og nú verður skipað fyri hátíðarhaldi og fyri opnum húsi, har almenningurin eisini sleppur inn at síggja nýggja skúlan. Vegna koronu er hátíðarhaldið týsdagin kl. 15.15-16.30 fyri innbodnum. Hátíðarhaldið verður stroymt beinleiðis á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, soleiðis at fleiri fáa høvið at fylgja við. Leinkja verður tøk seinni.
Tíðindi - 29. oktober 2020
Týðandi batar til børn og bilar við Karlamagnusarbreyt

Nú fáa íbúgvarnir niðast á Karlamagnusarbreyt møguleika at seta bilin frá sær, børnini fáa spælipláss, og grønu geirarnir verða varðveittir. Tórshavnar býráð hevur í kvøld játtað næstan 12 milliónir krónur til parkering, ferðslutrygd og trivnað við Karlamagnusarbreyt.

Tíðindi - 29. oktober 2020
Fíggjarætlanin 2021 - íløgur í trivnað og tryggleika

Tórshavnar kommuna ger komandi árið íløgur í trivnað og tryggleika. Kommunan er væl fyri fíggjarliga. Kommunan hevur seinastu fýra árini gjørt íløgur fyri eina heila milliard, samstundis sum skuldin hjá kommununi er goldin út. Tórshavnar kommuna er nú skuldarfrí og sostatt væl bjálvað til komandi tíðir.