Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
"Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er íløga í okkara felags framtíð"
Sáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og JEP Smíð um arbeiðið at betra um ljóðviðurskiftini á dagstovnum í kommununi.
Vit fresa tvørturum Sundsvegin týskvøldið 14. apríl frá klokkan 22.45 til 23.45. Vit heita á bilførarar um at vísa varsemi, tá ið koyrt eftir Sundsvegnum millum Birnugøtu og Gæsugøtu.
"Saman um grønu framtíðina" er heitið á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum verður lagdur alment fram í Perluni í Havn týsdagin 14. apríl klokkan 16.30.
Týsdagin verður alment hátíðarhald í Kollafirði, nú nýggi frítíðarskúlin er liðugur og verður tikin í nýtslu.
Vit fresa tvørturum Sundsvegin fríggjakvøldið 10. apríl frá klokkan 21 til 22. Í hesum sambandi heita vit á bilførarar um at vísa varsemi, tá ið koyrt verður eftir Sundsvegnum millum Birnugøtu og Gæsugøtu.
Vit skrúva fyri vatninum í Brøttulíð, Grønulíð, Vallalíð og Hvarvið hósdagin 9. apríl frá klokkan 9 til klokkan 11 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.
Eystara koyribreyt í R. C. Effersøes gøtu er stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu týskvøldið 7. apríl frá klokkan 20 til 20.15 í sambandi við arbeiði.