Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 05. mars 2024
Standmyndin av Andreu Árting stendur uppi í summar

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni. 

Tíðindi - 29. februar 2024
Argja kirkja fingið endaligt byggiloyvi

Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.

Tíðindi - 26. februar 2024
Avgrevstur á Ríðibreytini í sambandi við vegagerð

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Afturgerðin er væntandi liðug 20. juli 2024.

Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á Rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

Tíðindi - 21. februar 2024
Parkeringsøki í J.C. Svabosgøtu tíðaravmarkað til 2 tímar

39 parkeringsbásar í J.C. Svabosgøtu, ímillum Landssjúkrahúsið og Hornahúsið, fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Hesir básar hava annars ikki havt tíðaravmarking.

Tíðindi - 21. februar 2024
Broyttar parkeringstíðir á parkeringsøkinum undir Svínaryggi

Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.

22 básar fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

Tíðindi - 19. februar 2024
Felags foreldraráðið farið til verka

Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni.

Tíðindi - 15. februar 2024
Løgmálaráðharrin ákærir  Tórshavnar kommunu fyri mutur

Ákærurnar frá landsstýrismanninum í lógarmálum móti Tórshavnar kommunu eru sera álvarsligar. Hetta er ein beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.

Tíðindi - 02. februar 2024
Nýggj útstykking á Velbastað

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat.

Tíðindi - 01. februar 2024
Hermann Mortensen trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum.

Tíðindi - 25. januar 2024
Kommunan kannar áhugan fyri sethúsabygging í Kollafirði

Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til at geva umsitingini heimild til at kanna áhugan fyri at byggja á Signabø og í Kollafirði, áðrenn endalig heimild verður givin til at byggibúgva fleiri bústaðarøki.