Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Ásannandi at tørvur støðugt er á fleiri bústøðum í Tórshavnar kommunu, og at neyðugt er at útvega fleiri byggiøki, fer kommunan undir at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu. Talan er um 48 leiguíbúðir, umframt eitt sethúsaøki.
Ein sonn kollvelting innan almenna tænastu byrjar í dag, tá føroyingar á fyrsta sinni sleppa at brúka sín talgilda samleika. Tíðin fer nú frá undirskrift á pappíri og skannaðum skjølum. Tú kanst vátta fyri teg og hvør tú ert, beinleiðis á telefonini ella telduni. Harafturat kemur ein opinleiki á heilt nýggjum stigi við Vanganum, felags portalinum, har hvør einstakur kann síggja upplýsingar um seg sjálvan.
Seinasta freist at velja til eldraráðið í Tórshavnar kommunu var í gjar kl. 12. Uppteljingin var liðug seint í gjárkvøldið.
Í gjárkvøldið var framløga av heildarætlanini fyri Karlamagnusarbreyt. Hópur av nýggjum hugskotum komu inn, sum verða tikin við í arbeiðið at gera ítøkiligar loysnir.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt, sum skal liggja til grund fyri eini endaligari loysn í samstarvi við borgararnar í økinum.
Heildarætlanin varð løgd fram á kunningarfundi í Skúlanum við Løgmannabreyt í gjárkvøldið, har væl av fólki var møtt til fundar.
Tórshavnar kommuna vil í samstarvi við borgarar við Karlamagnusarbreyt menna økið til frama fyri virksemi og trivnaðin.
Kunningarfundur um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánakvøldið 19. oktobur kl.19.
Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tá verður roknað við øktari ferðslu. Innkomuvegurin hevur onga játtan havt í áravís, men nú er hann loksins komin á fíggjarlógina.