Kort yvir kommununa
Her sært tú eitt yvirlit yvir mest brúktu kortini á heimasíðuni. Her sært tú eisini høvuðskortið hjá Tórshavnar kommunu.
Høvuðskort hjá Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna ger regluligar sýnistøkur av vatninum, har fólk í kommununi svimja og dyppa. Á kortinum ber til at síggja, hvussu vatngóðskan er á ymsu støðunum, og nær seinasta kanning er gjørd.
Á kortinum sært tú allar leiðirnar og steðgiplássini hjá Bussleiðini. Vel leið høgrumegin á kortinum.
Kortið vísir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu. Eisini ber til at síggja øki, sum eru undir viðgerð. Tað ber til at klikkja á øki á kortinum fyri at síggja fleiri upplýsingar um samtyktina.
Á kortinum sært tú, hvar dagstovnarnir eru í kommununi. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin fyri at finna nærindis dagstovnar. Vilt tú lesa meira um ein stovn, kanst tú klikkja á einstaka dagstovnin á kortinum og síðan klikkja á leinkið »Heimasíða«, so verður tú beind víðari til síðuna hjá stovninum.
Tá ið drekkivatnið er dálkað í kommununi, sært tú á kortinum, hvar dálkingin er. Tú sært eisini, tá ið vatnið er reint aftur í seinast dálkaða økinum.
Niðanfyri sært tú tey røktarheim og eldrasambýli, sum eisini bjóða búpláss til borgarar við demenssjúku.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar røktarheimini og eldrasambýlini eru í kommununi.
Ivast tú í, hvar endurnýtsluplássini og bingjuplássini eru í kommununi, finnur tú tey á hesum kortinum.
Á kortinum sært tú yvirlit yvir allar fimleikahallirnar í kommununi:
Á kortinum sært tú yvirlit yvir gøtur og súkklubreytir í Tórshavnar kommunu.
Á kortinum sært tú yvirlit yvir allar ítróttarhallirnar í kommununi:
Kortið niðanfyri vísir, hvussu vit raðfesta, tá ið vit rudda kava og salta kommunalu vegirnar. Kortið vísir eisini, hvar saltkassarnir standa í kommununi.
Á kortinum sært tú kirkjugarðar og gravir í Tórshavnar kommunu og kanst leita fram upplýsingar um jarðaði. Tú kanst eisini síggja yvirlit yvir seinastu jarðarferðir, leita eftir navni á jarðaða, leita eftir gravnummari ella finna grøv eftir deyðadegi.
Undir kirkjugarðinum á Svínaryggi ber harafturat til at finna leinki til greinir um jarðaði.
Á kortinum sært tú, hvussu kloakk og vatn eru skrásett á tínum matrikkli. Skriva tín matrikkul ella bústað í leititeigin á kortinum.
Á hesum kortinum sært tú kringsýnismyndir av ymiskum økjum og landsløgum í Tórshavnar kommunu.
Á kortinum sært tú, hvar parkeringsplássini eru í Tórshavnar kommunu. Trýstir tú á parkeringsøkini, sært tú, hvørjar tíðaravmarkingarnar eru á staðnum.
Á kortinum sært tú, nær vit tøma tín ruskposa. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum og trýst á frámerkta økið, so sært tú, hvønn dag vit tøma posan. Her sært tú eisini nummarið á ruskbilinum, sum hevur ábyrgdina av innsavningini í tínum øki.
Kortið vísir, hvar saltkassarnir standa í kommununi, og hvussu vit raðfesta, tá ið vit rudda kava og salta kommunalu vegirnar.
Á kortinum sært tú skíðleiðirnar á Sornfellinum. Tú sært eisini, hvar skíðlyftan er.
Ert tú tilflytari, og hevur tú børn, sum skulu ganga í skúla, kanst tú leita eftir skúlunum í Tórshavnar kommunu á kortinum her:
Leitar tú eftir forskúla, sært tú allar forskúlarnar í kommununi her:
Á hesum kortinum sært tú yvirlit yvir spæliplássini í kommununi. Á sama korti sært tú uttanduravøllirnar og ítróttarøkini:
Uttanduravøllir, ítróttarøki og spælipláss í Tórshavnar kommunu
Á kortinum sært tú ymisk staðarnøvn í kommununi. Gev tó gætur, at skrásetingin av staðarnøvnum er ikki liðug enn.
Á kortinum sært tú, hvørji veg- og grevstrararbeiði eru í gongd í kommununi. Tú sært eisini, tá ið ferðsluavmarkingar eru.
Á hesum kortinum sært tú yvirlit yvir uttanduravøllir og ítróttaøki í kommununi:
Uttanduravøllir, ítróttarøki og spælipláss í Tórshavnar kommunu