Lurta
Til lesiveik

Kort yvir kommununa

Á hesi síðuni finnur tú eitt yvirlit yvir mest vitjaðu kortini á heimasíðuni. Tú finnur eisini høvuðskortið hjá Tórshavnar kommunu.

Høvuðskort hjá Tórshavnar kommunu



Topp 10 kort
Kloakk, vatn og matriklar

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu tín matrikkul er avmarkaður. Skriva tín matrikkul ella bústað í leititeigin á kortinum.

Kort í fullari stødd

Endurnýtslur og bingjupláss

Ivast tú í, hvar endurnýtsluplássini og bingjuplássini eru í kommununi, so finnur tú tey á hesum kortinum.

Dagstovnar í kommununi

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar dagstovnarnir í kommununi eru. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin fyri at finna nærindis dagstovnar.

Trýst á einstaka dagstovnin, um tú vilt kunna teg nærri um stovnin, og hvat hann kann bjóða tínum barni.

Skúlar í kommununi

Ert tú tilflytari og hevur børn, sum ganga í skúla, kanst tú leita eftir skúlunum í Tórshavnar kommunu á kortinum niðanfyri.

Búpláss til eldri

Á kortinum niðanfyri kanst tú síggja, hvar røktarheimini og eldrasambýlini í kommununi eru.

Røktarheim eru víst við bláum og eldrasambýli við reyðum vísara. Røktarheim og eldrasambýli, sum eisini bjóða búpláss til borgarar við demenssjúku, eru víst við einum "d".

Parkeringsøki

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar parkeringsplássini í kommununi eru.

Tú kanst trýsta á parkeringsøkið og síggja, hvørjar tíðaravmarkingarnar eru.

 

Talgildir kirkjugarðar

Við at trýsta á leinkið niðanfyri kanst tú velja kirkjugarðin í høgra bredda og skriva navnið á viðkomandi, sum tú leitar eftir.

Talgildir kirkjugarðar

Kringsýnismyndir

Her kanst tú síggja kringsýnismyndir av ymiskum landsløgum og økjum í Tórshavnar kommunu:

Kort í fullari stødd

Høvuðskort

Á høvuðskortinum hjá Tórshavnar kommunu finnur tú eina rúgvu av upplýsingum. Tú kanst finnur millum annað upplýsingar um kommunalar tænastur, bussleiðina og ruskinnsavnan. Eisini kanst tú gera uppmátingar, velja millum ymisk sløg av kortum og prenta kortið.

Hesir hentleikar kunnu sláast til og frá við at trýsta á teir ymsiku hentleikarnar. Hentleikarnir eru ovast í høgra horni.

Høvuðskort hjá Tórshavnar kommunu

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking