Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31
100 Tórshavn
Leiðari Jan Mølvad Laursen
janl@torshavn.fo 
Tel. 30 20 10

Lurta

Barna- og ungdómsdeildin

Barna- og ungdómsdeildin hevur við støði í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt kommunalu barnaansingina um hendi. Harundir eisini frítíðarskúlar og ungdóms- og virkishús.

Umframt stovnstilboðini er týðandi partur av virksemisøkinum eisini at veita námsfrøðilig tilboð og ráðgeving til børn við serligum avbjóðingum. Eisini veitir Barna- og ungdómsdeildin námsfrøðiliga ráðgeving til stovnar um til dømis námsætlanir, royndar- og menningarvirksemi, børn við serligum avbjóðingum, inklusjón og annað.



Barna- og ungdómsøkið
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Barna- og ungdómsdeildini fevnir um:

  • Menning av dagstovnaøkinum
  • Námsfrøðilig tilboð og ráðgeving
  • Skeið og evnisdagar
  • Fyrisiting
  • Samskipan
Skipan av deildini

Barna- og ungdómsdeildin er skipað sum partur av trivnaðarfyrisitingini. Á Barna- og ungdómsdeildini verður arbeitt í toymum.

Toymini á deildini eru hesi:

  • Fyrisitingarligt toymi
    • Deildarleiðari
    • Fulltrúar
    • Skrivari

  • Eindarleiðaratoymi
    • Eindarleiðarar

  • Námsfrøðiligt ráðgevaratoymi
    • Ráðgevandi leiðari
    • Námsfrøðiligir ráðgevarar
    • Dygdarmennari

Jan Mølvad Laursen er leiðari á deildini. Umframt leiðaran starvast 12 fólk. Millum hesi eru:

  • Ein skrivari
  • Ein dygdarmennari
  • Tveir fulltrúar
  • Fýra eindarleiðarar
  • Ein ráðgevingarleiðari
  • Tríggir námsfrøðiligir ráðgevarar
Um Barna- og ungdómsdeildina

Barna- og ungdómsdeildin heldur til í Niels Finsens gøtu 31.

Eindarleiðararnir halda til á Jónas Broncks gøtu 7.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Barna- og ungdómsdeildina

Tú kanst seta teg í samband við Barna- og ungdómsdeildini við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Barna- og ungdómsdeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Barna- og ungdómsdeildini

Barna- og ungdómsdeildin er eitt arbeiðspláss við fleiri áhugaverdum og avbjóðandi sløgum av størvum og útbúgvingum, til dømis:

  • Námsfrøðilig bachelor
  • Námsfrøðilig master
  • Námsfrøðilig kandidat
  • Ráðgevari
  • Fyrisitingarlig útbúgving
  • Skrivstovu
Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31

100 Tórshavn


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15