Barnatannrøktin

Tórsgøta 23
100 Tórshavn

Tannlæknastjóri Unn Jakobsen
unn@torshavn.fo 

Tel. 30 25 25

Lurta

Barnatannrøktin

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár í Tórshavnar kommunu alla neyðuga tannrøkt. Tilboðið fevnir bæði um vanligt eftirlit og viðgerð og um tannrætting og skaðar.

Tænastan er ókeypis. Tannrøktin leggur stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði. Frá tvey ára aldri verður barnið regluliga innkallað til kanningar. Miðhæddin í tannlæknastovuni í Tórsgøtu er innrættað til koyristólar.


Tannrætting

Sertannlækni í tannrætting kannar øll børn í 5. flokki. Í hesum sambandi taka vit ofta stóra røntgenmynd. Myndin vísir, um tenn og andlit búnast á rættan hátt. Sertannlæknin metir um, hvørt tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar.

Umleið fjórða hvørjum barni tørvar tannrætting.


Tannskaðar

Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til viðkomandi fyllir 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða við at endaliga viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni. Tí er umráðandi at hava eina trygging, ið fevnir um tannskaða. Tú skalt boða tryggingini frá skaðanum beinanvegin. Tannlæknin hjálpir tær at fylla skjølini út.



Barnatannrøktin
Arbeiðsøki

Arbeiði hjá Barnatannrøktini fevnir um hesi øki:

  • fyribyrging
  • eftirlit
  • viðgerð
  • tannrætting
  • tannskaðar
Skipan av deildini

Barnatannrøktin er skipað sum partur av trivnaðarfyrisitingini. 

Deildin er býtt upp í toymi, deildir og stovnar. Tilsamans starvast 26 starvsfólk á Barnatannrøktini. Unn Jakobsen er tannlæknastjóri.

Um Barnatannrøktina

Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu 23.

Barnatannrøktin hevur eisini tannlæknastovur í hesum skúlum:

Skúlin við Løgmannabreyt
Karlamagnusarbreyt 47
188 Hoyvík

Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir

Kollafjarðar skúli
Við Sjógv 2
410 Kollafjørður

Meginskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 142
210 Sandur

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Barnatannrøktina

Tú kanst seta teg í samband við Barnatannrøktina við at ringja á telefon 30 25 25 ella senda ein teldupost til tann@torshavn.fo.

At starvast á Barnatannrøktini
Leys størv

Kunna teg nærri um leys størv í kommununi her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Barnatannrøktini

Í Barnatannrøktini eru hesi sløgini av størvum og útbúgvingum:

  • tannlæknar
  • tannrøktarar
  • tannatstøðingar
Barnatannrøktin
Barnatannrøktin

Tórsgøta 23
100 Tórshavn

tann@torshavn.fo 

Tel. 30 25 25

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15
Fríggjadag8-14