Arbeiðið hjá Býarskipanardeildini fevnir um økini niðanfyri.
Yvirskipað planlegging
Yvirskipað planlegging fevnir um arbeiðið við kommunuætlanini, sum leggur høvuðskarmarnar fyri menningina í kommununi bæði stutt- og langtíðar. Harumframt arbeiðir deildin við ymsum politikkum, so sum bústaðarpolitikki og arkitekturpolitikki.
Byggisamtyktir
Byggisamtyktir áseta økisásetingar og reglur fyri, hvussu byggjast kann í ymiskum økjum í kommununi. Tær tryggja, at bygging fer fram sambært galdandi ásetingum um nýtslu, hædd, stødd og staðseting. Hetta skapar greiðar karmar fyri bæði borgarar og vinnu.
Býarskipan og heildarætlanir
Hesi leggja eina kós fyri menning av einstøkum økjum í kommununi. Dømir eru heildarætlan fyri miðstaðin í Kollafirði, heildarætlan fyri nýggja bústaðarøkið Stóratjørn og Urtagarðsbýurin, sum er ein heildarætlan fyri miðbýarkjarnan í Tórshavn.
Størri og smærri verkætlanir
Býarskipanardeildin arbeiðir við at fyrireika og skipa bæði størri og smærri verkætlanir kring alla kommununa saman við øðrum deildum og myndugleikum. Dømi um verkætlanir eru almenn uppihaldspláss, til dømis Havnará, Trappan í Vágsbotni og Fiskastykkið Yviri við Strond. Dømir um størri verkætlanir eru millum annað útstykkingar, kirkjugarðsútstykkingar og luttøka í tilgongdini við nýbygging, so sum Rehabiliteringsdepilin URD og Røktarheimið við Stórubrekku.
Lendisplanlegging
Lendisplanlegging fevnir um skipan og umsiting av kommunala lendinum. Dentur verður lagdur á at samansjóða frítíðarnýtslu, náttúruatlit og burðardygga menning og at menna og varðveita lendisgøturnar, ið geva borgarum góðar atkomumøguleikar til náttúruna.
Fríðkan av kommununi
Fríðkan av kommununi fevnir um røkt og menning av grønum økjum, planting, trøum og almennum frítíðarøkjum. Arbeiðið er við til at skapa góð og hugnalig umhvørvi fyri borgarar og vitjandi.