Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

Býararkitektur og leiðari Birita Wardum
biritaw@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta
Til lesiveik

Býarskipanardeildin

Býarskipanardeildin hevur, við býararkitektinum á odda, ábyrgdina av allari býarskipan og lendisskipan í Tórshavnar kommunu.

Deildin virkar innan tær fíggjarligu játtanir, ið býráðið samtykkir, og tryggjar, at býarskipanarligu stevnumið hjá býráðnum verða sett í verk. Saman við lendisliðnum stendur býarskipanardeildin stendur fyri fríðkan av kommununi.

Býarskipanardeildin varðar somuleiðis av kirkjugørðunum, sum eru ellivu í tali.



Býarskipan
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Býarskipanardeildini fevnir um hesi øki:

  • Yvirskipað planlegging
  • Byggisamtyktir
  • Býarskipan og heildarætlanir
  • Størri og smærri verkætlanir
  • Lendisplanlegging
  • Fríðkan av býnum
  • Kirkjugarðar
Skipan av deildini

Býarskipanardeildin er skipað sum partur av teknisku fyrisitingini og fevnir eisini um kirkjugarðarnar.

Býararkitekturin, Birita Wardum, er deildarleiðari.

Á deildini starvast í alt 17 starvsfólk:

  • Sjey starvast í umsitingini. Ein er í tíðaravmarkaðum starvi
  • Fýra starvast á Lendisdeildini
  • Seks starvast í kirkjugørðunum

Um summarið starvast tvey fólk í tíðaravmarkaðum starvi í kirkjugørðunum.

Um Býarskipanardeildina

Býarskipanardeildin heldur til á fjórðu hædd í Niels Finsens gøtu 17.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Beinleiðis leinkjur til politikkir og ætlanir:

Galdandi kommunuætlan

Uppskot til kommunuætlan 2020

Byggisamtyktir

Set teg í samband við Býarskipanardeildina

Tú kanst seta teg í samband við Býarskipanardeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

At starvast á Býarskipanardeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Býarskipanardeildini

Býarskipanardeildin er eitt fjølbroytt arbeiðspláss og hevur nógv ymisk sløg av størvum, til dømis:

  • Arkitektar
  • Landslagsarkitektar og býargartnarar
  • Verkfrøðingar í arkitekturi
  • Býarráðleggjarar
  • Tekniskar hjálparar
Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15