Lurta
Til lesiveik
Byggi- og umhvørvisdeildin
Byggi- og umhvørvisdeildin er í høvuðsheitinum ein myndugleikadeild, sum tekur sær av myndugleikaviðgerð og eftirliti í samband við byggimál, útstykkingarmál, matrikkulmál og umhvørvismál. Harumframt umsitur deildin kommunal umhvørvismál.
Deildin hevur samskifti við borgarar, vinnufyritøkur, stovnar og onnur. Deildin veitir kunning og ráðgeving innan hesi øki.
Arbeiðsøki
Arbeiðsøki hjá Byggi- og umhvørvisdeildini:
Byggideildin:
- Byggimálsviðgerð
- Brunateknisk byggimál
- Byggieftirlit
- Útstykkingar
- Matrikkulmál
Umhvørvisdeildin:
- Aktingarskipanin
- Ymisk loyvi
- Eftirlit við dálking, ljóð og øðrum
- Umhvørvis- og orkumál
- Átøk innan øki
Skipan av deildini
Byggi- og umhvørvisdeildin er ein partur av teknisku fyrisitingini og er skipað í fimm ymisk toymi. Toymini eru hesi:
- Toymið byggimál
- Toymið útstykkingar
- Toymið matrikkulmál
- Toymið umhvørvi
- Toymið aktingarskipan
Marius Müller er deildarleiðari fyri Byggi- og umhvørvisdeildina.
Umframt deildarleiðaran starvast ellivu fólk:
- Fimm starvast við bygging
- Tvey starvast við útstykking og matrikkulering
- Trý starvast við umhvørvismálum
- Ein starvast sum aktingarfólk
Fakta um Byggi- og umhvørvisdeildina
Byggi- og umhvørvisdeildin heldur til á triðju hædd í Niels Finsens gøtu 17.
Set teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina
Tú kanst seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
At starvast á Byggi- og umhvørvisdeildini
Sløg av størvum á Byggi- og umhvørvisdeildini
Størvini í Byggi- og umhvørvisdeildini fevna í stóran mun um verkfrøðingar, byggiverkfrøðingar og líknandi.