LurtaByggimálsdeildin
Byggimálsdeildin er í høvuðsheitum ein myndugleikadeild, sum hevur ábyrgdina av at viðgera og avgreiða allar umsóknir um byggiloyvi og nýtsluloyvi í kommununi. Vit hava eisini byggieftirlitið um hendi, ið skal tryggja, at bygging ikki fer fram uttan loyvi.
Vit viðgera allar umsóknir um útstykkingar og útskriva útstykkingarloyvi. Harafturat umsita vit kommunala partin av matrikkuleringum. Vit tryggja, at øll mál verða avgreidd samsvarandi galdandi lógum og ásetingum, og at mál verða avgreidd fyrisitingarliga rætt og eftir teimum nevndarsamtyktum, sum verða gjørdar.
Deildin veitir ráðgeving innanhýsis í kommununi og uttanhýsis til borgarar, virkir og onnur.
Virkisøki
Virkisøkið hjá Byggimálsdeildini er:
- Byggimálsviðgerð
- Brunamál
- Byggieftirlit
- Bygningssýn og byggiváttanir
- Útstykkingar
- Matrikkulmál
- Ráðgeving innan- og uttanhýsis
Skipan av deildini
Byggimálsdeildin er ein partur av teknisku fyrisitingini og er skipað í trimum toymum. Toymini eru hesi:
- Toymið byggimál
- Toymið útstykkingar
- Toymið matrikkulmál
Marius Müller er deildarleiðari á Byggimálsdeildini.
Deildin er mannað við 10 starvsfólkum, harav einum deildarleiðara og fakfólki innan tey ymisku økini.
Fakta um Byggimálsdeildina
Byggimálsdeildin heldur til á triðju hædd í Niels Finsens gøtu 17 og hevur 10 starvsfólk í starvi.
Set teg í samband við Byggimálsdeildina
At starvast á Byggimálsdeildini
Sløg av størvum á Byggimálsdeildini
Størvini á Byggimálsdeildini eru í høvuðsheitum verkfrøðingastørv og byggiverkfrøðingastørv.